Bíbilsk lyfti

Tann ið ikki dagliga lesur í Bíbliuni, tornar upp innaní, og tað andaliga
lívið doyr. Bíblian er eins og eins skattakista, full av lyftum. Her eru fýra:

 

Um tú ert óttafullur, les tá Jesajas 41,10: „– Óttast ikki! Eg eri við tær!
Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær
uppi við høgru hond rættvísi Mínar! “

 

Um tú ikki heldur, nakar er góður við teg, les tá, hvat Gud sigur í Jesajas
43,4: „Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski
teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt. “

 

Hevur tú ein trupulleika, les tá 1.Pæt.5,7: „Og kastið alla sorg tykkara á
Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. “

 

 

Ber tú uppá sorg, so les Sálm 37,4: „Og gleð teg í HARRANUM – so
gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! “

”Fokus på barnet” Effie Campbell umsetti