Irena – ein megnar kvinna

„Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar. “
Jóh.15,13

 

 

 

Tá ið eg las um jødakonuna Irenu, komu hesi orðini hjá Jesusi fram fyri meg: “Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur sítt lív fyri vinir sínar.” Jóh. 15,13. Irena doyði í 2009. Hon var tá 98 ára gomul. Hon varð borin í heim í Týsklandi og var útbúgvin blikksmiður. Hon arbeiddi í jødabýlinginum í Warszawa. Sum týskur jødi var hon greið um, hvat ið tað var, sum fór fram.

 

Hon fór undir at smugla jødisk pinkubørn út úr ghettoini. Hon goymdi tey niðri á botni í sínum amboðskassa. Tey eitt sindur størri børnini goymdi hon í einum stórum ryggsekki og setti hund sín omaná. Hann goyði illa eftir teimum nasistisku hermonnunum, tá ið hon eftir loknan arbeiðsdag fór úr leguni og út gjøgnum portrið.

Tað, at hundurin goyði so illa, gjørdi, at vaktarmenninir kannaðu ikki ryggsekkin. Á henda hátt bjargaði hon 2.500 pinkubørnum og eitt sindur størri børnum.

 

At enda komu vaktarmenninir kortini framá, hvat ið tað var, hon tókst við, og teir brutu bæði armar og bein í henni og smurdu hana av.

 

Irena skrivaði nøvnini niður á øllum børnunum, sum hon smuglaði út. Hon goymdi listarnar í einari súltutoyskrukku, sum hon gróv niður undir einum træi í urtagarðinum.

 

Eftir kríggið gróv hon krukkuna upp. Hon royndi at sameina tey fáu foreldrini, sum komu livandi úr jødabýlinginum, við børn teirra. Restina av børnunum fekk hon inn í fosturheim ella fekk fólk at ættleiða tey.

 

Í fjør – 2008 – var Irena í uppskoti at fáa nobelheiðurslønina. Men tað gjørdist Al Gore, sum fekk hana vegna sínar hugsanir um globalu upphitingina. Nei, tey, sum hava uppiborið tað, fáa ikki altíð heiðursmerki. Men tíbetur eru tað hetjur mitt í okkara gerandisdegi. Irena var ein teirra. Hon vísti sannan kærleika og var ein teirra, sum Jesus tosar um, tá ið hann sigur: “Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.”

 

Nobelnevndin helt ikki, at Irena var verd eitt heiðursmerki. Men man Irena ikki hava fingið eitt hjartaligt lógvatak, tá ið hon steig innum heima hjá Jesusi.

Effie Campbell umsetti