HMU Podcast

Nú er tað byrjað. Fyrsti partur av nýggja podcastinum hjá HMU kom mándagin – ein podcastur, ið er serliga ætlaður ungum fólkum, ungum fólkum við spurningum um Guð, trúna og lívið.

Hesin nýggi podcasturin hjá HMU verður eisini filmaður, so umframt at man kann lurta, ber eisini til at hyggja. Hann liggur nú tøkur bæði á YouTube og Instagram. Podcasturin verður skipaður við trimum føstum vertum: Tað eru Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge, Hjalmar Waag Arge og Sjúrður Jensen. Umframt tey trý, er ætlanin at fáa ymiskar gestir inn.

Tó at hesin podcasturin er ætlaður ungum, kann hann eisini koma ørðum til gagns. Tá man koyrir bil, gongur ein túr, ella ger okkurt annað. At fáa andaliga føði gjøgnum dagin er gott fyri lív og sál.

HMU-podcasturin er tøkur bæði á YouTube og Spotify.

Spotify: https://open.spotify.com/show/76v0O8qWnzMyoEbSBR6fFf
YouTube: https://www.youtube.com/@Heimamissionungdomur

LES EISINI  Dánial Olsen nýggjur ungdómssamskipari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina