Hví velja ung at fylgja Jesusi

Nú ber til at lurta eftir øðrum parti av HMU Podcastinum
Hesaferð er tað Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini, sum tosar um evnið: “Hví velja so mong ung at fylgja Jesusi í dag?”

Tað kann ofta kennast tungt og torført at fylgja Jesusi í einum heimi, har nógv annað dregur. Tó eru tað nógv ung, sum velja júst hetta – og tekin eru um, at fleiri og fleiri ung eisini taka hetta stigi og velja Jesus.

Vit liva í eini tíð, har nógv gongur fyri seg: skúli, arbeiði, avgerðir, og sosialu miðlarnir fylla nógv í gerandisdegnum. Nógv ung kenna seg troytt og undir trýsti. Hvussu hongur tað saman við at byrja fylgja Jesusi?

Um hetta og nógv annað práta Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge, Hjalmar Waag Arge og Sjúrður Jensen við Jákup Brúsá í nýggjasta partinum.

Podcasturin liggur nú tøkur á Spotify og YouTube.

LES EISINI  Fullteknað og væleydnað 17+ lega seinasta vikuskifti
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina