Vórðu drigin í kirkju

„og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst.“
Áps.2,47

 

 

Campbell sigur frá: „Eg nærkaðist mínum biðjandi vini við kirkjudyrnar. Hvat sá eg? Ikki eina samkomu, ið taldi 300; nei, har vóru 600. Hvaðani komu tey? Eg veit ikki. Men eitt eri eg vísur í. Ungi maðurin helt á í bøn til Guds, og ein máttur varð útloystur, ið skakaði alt kirkjufólkið.

 

Kvinnurnar reistust frá vevstólunum, menninir fóru heiman og í kirkju. Mong vórðu gripin av eini kraft, tey hvørki kendu ella skiltu og tey fóru til gongu yvir ímóti húsi Guds. Nú var vorðið midnátt. Mong teirra høvdu gingið nógvar fjórðingar. Har vóru eisini fleiri prestar millum teirra. Øll søgdu tey, at tað var Andi Guds, ið rak tey í kirkju.

 

Kirkjan var nú vorðin fullsett. Fólk stóðu uppi í trappuni til prædikustólin. Byrðan í boðskapi mínum var, „Dómur teirra glataðu“. Eg hevði neyvan talað longri enn eitt korter, tá eg var noyddur at gevast at tala vegna gang og garteran frá angrandi menniskjum inni við Guds kraft. Møtið helt á til kl.4 um morgunin. Vit vóru nú mitt í einar veking send av himni. Tá eg fór út úr kirkjuni hoyrdi eg, at ein fjøld av fólki vóru savnað við løgreglustøðina. Hvar komu tey frá? Eg veit ikki, men í tí lítla hølinum við síðuna av politistøðni lógu tær báðar eldri systrarnar á gólvinum í bøn til Guds. Var tað tað, sum var magnetin, ið dróg hesar stóru mannafjøldirnar hertil? Tað er mín meining! Aftanfyri eina krógv sá eg knælandi menn. Hvørt einasta strekki á vegnum var stúgvandi full av biðjandi fólki. Hetta var veking! Gud flutti seg millum kvinnur og menn allastaðni. Úr øllum ættum geltu rópini: „Gud, ver mær miskunnsamur!“ Soleiðis byrjaði tað. Ymsastaðni á allari oynni hendi júst tað sama. Ein onnur kirkja var stúgvandi full kl.3 um morgunin.

 

Menniskju allastaðni í oyggjasamfelagnum vórðu gripin av Gudi. Campbell sigur, at vekingin ikki kom, tá hann prædikaði. Vekingin kom, tá hin ungi diakonurin bað: „Áh, tú Lamb Guds á trúnu tíni, vís okkum tína megi!“ Hetta var ein ótrúlig kensla av Gudi og so eini djúpari syndaneyð. Tey upplivdu nærleika Guds.

”Hjemmets ven”. Effie Cambell umsetti