Hvar var tað ið kysti meg?
28.oktober 2025
”Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! … ”
1.Jóh.4,7
Evangeline Booth stóð uttanfyri ein rættshøli og eygleiddi teir ymsu
fangarnir, ið fóru út úr hølinum. Fyri løtu síðani hevði hon hoyrt onkran
rópa, skríggja og banna har inni frá, og nú sá hon eina kvinnu, ið tyktist
sera uppøst, verða fylgda út av 6 politistum. Tveir gingu frammanfyri
hana, tveir aftanfyri og aftur tveir aðrir hildu henni fast í ørum hennara.
Kvinnan stríddist fyri at koma leys. Klæðini, hon var í, vóru bæði skrædd
og holut. Hár hennara var ývið, ógreitt og stóð eins og í andarrisi, og á
hennara skitna andliti hómaðist stoyrknað blóð. Hvat kundi hon gera fyri
hana?
Evangeline var greið um, at stundir ikki vóru til at boða Orðið fyri henni.
Tað hevði eisini verið ein brotsgerð móti henni at givið henni pening, og at
syngja fyri henni, tað hevði eisini verið nyttuleyst. Um eitt lítið bil fór
henda kvinnan at vera langt burturi. Drivin av einum brádligum tanka rann
Evangeline yvir til hesa skitnu, bannandi og illa luktandi kvinnu og kysti
hana.
Kvinnan sleit seg leysa og rannsakaði við einum villum yvirbrái økið
uttanum hana og rópti, ”Hvør var tað, ið kysti meg?” ”Hvør kysti meg?
Ongin hevði gjørt tað, síðan mamma hennara doyði.”
Hon lyfti sítt skrædnaða fyriklæði upp móti andliti sínum og brast í ein
hjartanítandi grát og eins og eitt blítt lamb lat hon seg føra upp til
politistvogning, ið koyrdi hana til fangahúsið.
Nakrar dagar eftir hetta fór frú Booth at vitja kvinnuna í fangahúsinum.
Andlit hennara var nú vaskað og reint, og hon tyktist nú bæði yndislig og
vøkur. Hon eygleiddi nú hesa fremmandu kvinnu og spurdi: ”Vit tygum,
hvør tað var, ið kysti meg?”
So greiddi hon frú Booth frá síni lívssøgu. ”Tá eg var eitt pinkubarn doyði
pápi mín, og tá eg var 7 ára gomul doyði eisini mamma mín. Hon doyði í
einum myrkum bakgarði í einum fátækum býarparti. Tá hon lá til tað síðsta
rópti hon meg til sín og tók mítt lítla andlit millum hendur sínar og kysti
tað, meðan hon segði: ”Mín neyðars lítla genta! Oh, Gud, ver lítlu gentu
míni náðigur og miskunnsamur og ansa henni væl!” Frá tí sama degi og til
nú er tað ongin, ið nakrantíð hevur kyst andlit mítt fram til dagin herfyri.”
So tók hon uppaftur: ”Vita tygum, hvør tað var, ið kysti meg?”
Evangeline Booth svaraði tá: ”Tað var eg.”
Hon greiddi nú hesi glataði kvinnu um Gud og um, hvussu hann elskaði
hana so nógv, at hann var sinnaður at fara allan vegin niðan á krossin,
hagar, hann bar øll hennara misbrot.
Hann varð særdur og sligin og kann frelsa øllum menniskjum frá syndum
teirra.
Hetta var nakað heilt nýtt fyri hana. Kvinnan hevði aldri ímyndað sær, at
Jesus elskar so nógv. Kvinnan lat hjarta sítt upp fyri Jesusi og áðrenn, hon
kom út aftur úr fangahúsinum hevði hon eisini lært mangar aðrar fangar at
elska Jesus.
Alt hetta hendi, tí Evangeline Booth kysti hana. Undurfult og hvør ein
vakur gerningur! Evangeline Booth var dóttur mannin, ið stovnaði
Frelsunnarherin. Latum okkum vísa medmenniskjum kærleika okkara og
læra tey mongu ólukkuligu, kúgaðu og niðurundirkomnu, at Gud av
sonnum er tann, ið frelsir syndarum.
E.Campbell umsetti
Edvard Poulsen

