Heimsins størsta megi – bønin

”Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði: »Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: »Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!« Leingi vildi hann ikki, men at endanum segði hann við seg sjálvan: »Tó at eg ikki óttist Guð og ikki firnist fyri nøkrum menniskja, so vil eg kortini lata hesa einkjuna fáa rætt sín, av tí at hon ger mær ónáðir, fyri at hon ikki javnt og samt skal koma og plága meg.« ”
Luk.18,1-5

 

 

Hetta er líknilsið, sum Jesus sjálvur segði frá, um at vit altíð eiga at vera áhaldandi í bøn og ikki at geva upp.

 

Fyri nøkrum árum síðani búði eitt par í Svøríki, ið høvdu ein hálvvaksnan son. Ein dagin skuldi sonurin eitt ørindi til grannabýin. Tað var hávetur, og tá drongurin fór útum spenti hann sínar skí fastar og fór avstað. Men tíðin og tímarnir gingu uttan at hann vendi aftur, og móðurin gjørdist alt meir stúrin av tí, at sonurin ikki afturíaftur. Hon lat upp dyrnar um og umaftur fyri at vita, um hon kundi síggja nakað til hann. Men nei. Kvøldið kom, men enn var onki at síggja og nú var alt vorðið bølamyrkt uttanfyri. Morgunin eftir var drongurin enn ikki komin heim, og tí fór pápin at leita eftir soninum saman við bygdamonnunum. Leitingin var sera umfatandi og teir leitaðu allastaðni, men til fánýtis. Drongurin varð ikki funnin.

 

Tað er altíð ein sorgarleikur at missa eitt barn, men tað verður mangar ferðir verri, tá tú ikki veitst nakað um, hvat er hent og um tað ringast hugsandi skuldi verið hent, so hvussu sonurin lat lív.

 

Ein dag sigur maðurin til konu sína: ”Eg eri ørur i høvdinum eftir at vita, hvat er hent soni okkara, og hvønn deyða hann hevur fingið. Tí mást tú hvønn morgun, tá tú biður tína morgunbøn biðja Gud um at vísa okkum tann deyða, sonur okkara hevur fingið. Eg fari at gera júst tað sama. Á henda hátt fer sama bøn at náa trónu Guds tvær ferðir um dagin. Hetta fer at kunna taka tíð, men tú mást ikki missa trúnna.

 

Árini gingu, í roynd og veru heili 7 ár, uttan at nakað sum helst hendi. Gud hevði ikki givið teimum tað, tey bóðu um. Ein dagin sigur maðurin til sína konu: ”Frá nú av fara vit eisini at siga hesa bønina í okkara kvøldbøn, so at sama bøn nær trúnu Guds 4 ferðir um dagin. Vit mugu halda út í bøn, eins og einkjan, tí at so vil Guds svar koma, tí tað hevur Jesus lovað okkum.”

So bóðu tey trúføst somu bønina hvønn morgun og hvørt kvøldið. ”Hvussu mong ár gingu á henda hátt, tað minnist eg ikki, men ein dagin svaraði Gud bønum okkara.”
Veðrið var so gott, at maðurin hevði drigið bátin út úr neystinum.

Hann ætlaði sær út á eina tjørn har nærindis at fiska. Várið var komið, sólin skein oman og niðan yvir spegilsblonku tjørnina. Brádliga varnast pápin okkurt á botni. Hann kastar gørnini niður á botn og hálar uppaftur. Hann gerst greiðir um, at tað snýr seg um eina beinagrind av fólki. Hann blakaði garnið niður fleiri ferðir fyri at fáa alt upp og legði tá til merkis, at har var ein lítil partur av einum sokki á tí eina beininum. Á rondini av hesum sokki sær hann nú týðiligani áseymaðu byrjanarstavirnar hjá soninum. Kona hansara plagdi altíð at seyma navnið á sokkarnar. ”Tá stóð alt klárt fyri pápanum. Sonurin hevði viljað farið ein styttri veg til grannabýin og hevði valt skírenning tvørtur um tjørnina.

Ísurin hevði so ikki verið tjúkkur og tryggur nokk og hevði givið eftir, so sonurin druknaði. Øll hesi árini hevði hann verið har og var fyri langt síðani upploystur og rotnaður, men parturin av sokkunum við byrjanarstavunum hevði Gud latið vera heil og óskadd til foreldrini, sum høvdu verið so áhaldandi í bøn fyri at vita, hvussu sonurin hevði mist lívið. Faðirin faldaði hendurnar og takkaði Gudi. Jú, sanniliga er Gud stórur, og Hann hoyrir allar bønir. Miss tí ikki mótið men ver áhaldin. So fer eisini tú at fáa svar frá Gudi.
Effie Campbell umsetti