Nýggjar bøkur á Stórmøtunum

Bókasølan manna.fo hevur fingið nýggjar bøkur á hyllarnar.

Hesar vera eisini at fáa á Stórmøtunum, sum vera í Ítróttarhøllini á Kambsdali vikuskifti 7. – 9. novembur.

Evangeliið í Filippibrævinum.
Í bókini tekur høvundurin okkum djúpt niður í Filippibrævið, sum verður gjøgnumgingið og latið upp við allari Bíbliuni sum lykli til fatan. Vit lesa um Paulus og orsøkina til, at boðskapur hansara eisini er so viðkomandi fyri okkum í dag. Bókin inniheldur eisini persónliga vitnisburðin hjá høvundanum umframt vegleiðing og eggjan til at liva við Jesusi í Orðinum og bønini.

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 160,00

BEFRIET TIL AT LEVE
Um at skrifta.
Er tað eitt stað, har eg kann fara við mínari synd. Er tað vón fyri tann, sum hevur gjørt okkurt ófyrigeviligt?
Svarið er ja. Tí fyrigevingin finst. Men hon kann vera torfør at trúgva uppá. Tí finnst ein serlig viðgerð, sum skal hjálpa okkum at takla syndina og fáa fyrigevingina inn í lív okkara, so at vit kunnu anda lættan og gerast fræls til at liva.
Viðgerðin er skriftamálið – og serliga tað persónliga skriftamálið.
Høvundurin hevur arbeitt við skriftamálinum gjøgnum fleiri áratíggju, bæði sum prestur og skriftafaðir og sum skriftasøkjandi. Bókin er eitt úrslit av arbeiði og royndum gjøgnum hesi mongu ár.
Bókin “Befriet til at leve” er ein nógv broytt og víðkað útgáva av bókini “Skyldig og fri” frá 2009.

LES EISINI  Manna: Seinasti møguleikin at vitja Pop up handilin

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 200,00

Optaget
Ein bók um at syngja fyri Gudi og at liva saman við honum.
Tað er altíð okkurt ella onkur, sum upptekur okkum. Spurningurin er bara hvat ella hvør. Sálmar og lovsangir kunnu hjálpa okkum til at gerast upptikin av Gudi og sangirnir hjá Arvid Asmussen hava verið til íblástur fyri mong.
Í bókini greiðir høvundurin frá sínum persónligu royndum sum kirkjutónleikari og sum prestur. Hann sigur frá hvussu Gud er upptikin av okkum og rúmar okkum soleiðis sum vit eru. Og hvussu Gud ynskir, at vit venda okkum burtur frá okkum sjálvum og verða upptikin av honum.
Bókin er fyri øll, sum eru forvitin eftir Gudi.

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 200,00

Ein undursom bjarging
Kristiligar søgur fyri børn og ung
Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum. Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap.

LES EISINI  Bøkur til pápadagin 5. juni

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 250,00

Mín stóra søgubíblia
Mín stóra søgubíblia lyftir upplivingina at lesa eina barnabíbliu til nýggjar hæddir. Glaða frásøgan hjá Tom Wright er myndarík við djúpum alski til Skriftirnar. Og eins og hann vandaliga endurgevur hvørja søgu, so letur Tom Wright lesaran uppdaga, hvussu einastandandi væl bíbliusøgurnar eru tvinnaðar saman. Og hvussu tær skapa ta stóru søguna um Guds ætlan at fáa alt aftur á beint, tá ið himmal og jørð verða eitt.
Um tú lesur hesa barnabíbliu fyri teg sjálva/n ella fyri øðrum, so vilt tú fegnast um bíblisku afturljóðini og myndafrøðiligu sambondini, ið tilsamans skapa hesa stóru søgu. Og ikki nóg mikið við hesum, tí mín stóra søgubíblia sigur ikki bara frá nøkrum, ið fyrifórst í gamlari tíð: Hon fortelur eina livandi og viðvarandi søgu – søguna um Gud, ið vissuliga býður tær at gerast partur av henni!

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 275,00

LES EISINI  Bókaummæli: Vejledning til fred

Saman við Jesusi
Barna- og familjuandaktsbók.
Við eini andakt hvønn dag í árinum koma vit, saman við Benta Graugaard Nielsen, víða um í kristnu trúnni. Vit fylgja við hvussu árstíðirnar og kirkjuárið broytist. Bókin er løtt at lesa, og prýdd við vøkrum pappírsklippum.

Bókin verður at fáa á Stórmøtunum. Prísur kr 225,00

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina