Búgv teg til at møta Gudi tínum
„Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. – Men av tí at eg vil fara soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael! “
Ámos 4,12
Tá onkur ætlar sær at fara at ferðast til eitt fremmant land og verða har eina tíð, er tað vanligt, at viðkomandi ger sær eina nágreiniliga ferðaætlan, tosar nógv um ferðina, fær sær vitan um landið og fólkið og liviháttin har. Dag um dag vaksa vónirnar, og hugsanin um alt hetta nýggja, hann har fer at uppliva, fær gleðina at streyma yvir.
Tá ið vit hava hetta í huganum, tykist tað sera løgið, at eitt menniskja, sum roknar við, at hansara lívsferð her endar í Himlinum, ongantíð tosar um tað ella leitar sær eftir upplýsingum um landið ella vegin hagar í Guds vegleiðandi bók, Bíbliuni.
At búgva seg til, at gera seg til reiðar at møta Gudi sínum hevur fyrst og fremst okkurt at gera við tað at finna inn á vegin, sum førir til Himmals. Jesus sigur: “Eg eri vegurin” (Jóh. 14,6), og tí er neyðugt at fylgja honum. Vit mugu venda um frá glatunnar vegnum til Jesus, við tað at vit í trúgv taka ímóti honum. Og eru vit fyrst komin inn á himmalvegin, so vil tað kennast, við tað, at vit siga øðrum frá tí undurfulla, sum bíðar okkum fyri framman.
„tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.“
Róm. 10,10.
Henda frásøgnin verður søgd um ein aðalsmann og ein íspegil, sum var í húsi hansara. Aðalsmaðurin doyði ógvuliga brádliga, og íspegilin, sum var hjá honum, kvikaði sær út til tænaran at siga frá, at harri teirra var deyður. “Hvar man hann vera farin?” spurdi íspegilin ógvuliga álvarsliga.
“Til Himmals, sjálvandi,” svaraði tænarin.
“Nei,” svaraði íspegilin, “eg hugsi ikki, at hann man vera farin til Himmals, tí Himmalin er langt burturi, og hvørja ferð harrin hevur verið úti á langari ferð, hevur hann altíð tosað um hana og fyrireikað seg til hennara langa tíð frammanundan. Eg havi ongantíð hoyrt hann nevna Himmalin við einum orði ella sæð hann fyrireikað seg at koma hagar, so eg eri sannførdur um, at hann ikki er farin til Himmals.”
Tað er satt, at vit eru frelst av náði við trúgv á Jesus Kristus og ikki av tí, at vit tosa nógv um tað. Men um vit ongantíð tala um okkara Frelsara ella sýna gleði okkara yvir einaferð at skula møtast við honum, kann orsøkin vera, at vit als ikki eru á veg til tað himmalska landið.
Men uttan mun til hvørjum vegi vit eru á, fer tann dagur at koma, tá ið vit skulu møta Gudi okkara. Hvussu fer tað møtið at verða? Skulu vit hoyra hesi signaðu orðini av munni hansara: „Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« “
Matt. 25,21. Ella skulu vit vera teirra millum, sum sagt verður við: „Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.« “ Matt. 25,12.
Hava vit gjørt tær neyðugu fyrireikingarnar til síðstu ferð okkara?
E. Campbell umsetti.
Edvard Poulsen

