Eg fái ikki gingið í hesum

„og gyrdi hann svørði sínum uttan um herklæðini; men tá fekk hann ikki gingið, av tí at hann ongantíð hevði roynt hetta áður; og Dávid mælti við Sául: »Eg fái ikki gingið í hesum, av tí at eg ongantíð havi roynt hetta.« Tá lótu teir hann úr tí. “
1.Sám.17,39

 

 

Sául hevði latið Dávid í herklæði síni, sett honum koparhjálm á høvur og latið hann í brynju og gyrt hann við svørði sínum. Og kundi hesin ungi hirðin verið betri útgjørdur í bardaganum móti tí stóra risanum? Nei, ikki eftir menniskjuligari meting. Men Dávid segði: „ … »Eg fái ikki gingið í hesum …“

Hann kundi ikki nýta herklæði Sauls. Tað, sum eftir vanligari hugsan her skuldi verið besta vápn, var fyri Dávid ein forðing og vildi ført til ósigur.

Hann fekk ikki brúkt herklæði Sáuls.

Soleiðis er eisini altíð í tí heilaga bardaganum.

 

Guds fólk fær ikki brúkt heimsins vápn, sjálvt um hesi vápn síggja framúrskarandi út fyri skilinum. Eitt satt Guds barn, sum vil stríðast sum Dávid í “navni Harrans”, vil altíð játta:

 

“Eg fái ikki gingið í hesum.”

 

Tú, sum vilt við í Harrans bardaga og taka stríðið upp móti Goliati – brúka ikki herklæði Sáuls. Gud hevur herklæði til tín: ein hjálm (frelsan) og eina brynju (rættlæti), ein skjøldur (trúgvin) og eitt svørð (Guds orð) (Ef. kap. 6), sum gera, at eingin kann vinna á tær, sjálvt um tey síggja líka so lítisverd út sum sleingibandið hjá Dávidi.

E. Campbell umsetti.