Uppreisnin

„í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. “
1.Kor.15,52

 

 

Nøkur ár herfyri vitjaði eg eina stóra stálverksmiðju, og høgt uppi yvir mær bar eg eyga við ein mann, sum sat í einum lítlum hylki. Tá ið hann nam við eitt handtak, fór hylkið við miklari ferð avstað uppi yvir høvdinum á mær. So steðgaði tað.

 

Tá ið hann nam við eitt annað handtak, varð ein stór magnet sigin niður yvir ein veldugan dunga av skrambli. Hann snaraði einari kontakt, og so lupu yvir 20 tons av samankronglaðum stállutum í óskapiligari rúgvu upp úr skrambuldunganum.

 

Meðan metalið hekk undir magnetini, varð tað borið yvir til ein stóran smeltiovn. Tá ið hann sløkti streymin, datt metalið niður í ovnin við smeltaðum stáli. Seinni varð tað gjørt til skinnarar, sum stór góðstok koyrdu eftir, ella til bilar ella kuldaskáp.

 

Tað, sum hevði størstu ávirkan á meg, var atdráttarmegin. Eg kendi tað sum eina sterka prædiku. Eg grundaði yvir, hvat fer at henda, tá ið Frelsarin kemur aftur. Hann kemur við allari megi í himli og í rúmdini.

 

Tá ið hann kallar á tey, sum hvíla í Kristi, loypa tey upp úr gravarinnar roti og fáfongd í milliónatali, og „ … í bræði, í einum eygnabragdi …“(1.Kor. 15,52), verða tey broytt til strálandi, ódeyðiligar skapningar.

 

Ikki bert tey deyðu, men eisini tey livandi, tey, sum liva og bíða eftir afturkomu Harrans, eisini tey verða broytt og lyft upp fyri at koma upp í tann veldiga skaran. Øll hin leyskeypta familjan gongur aftaná Harra sínum aftur til faðirhúsið, tyrpist inn gjøgnum portrini í tí Nýggja Jerusalem, har hon verður heilsað vælkomin heim.

E. Campbell umsetti.