Vitnisburðurin hjá ommu

„Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir! “
Sálmur 55, 23

 

 

Omma varð borin í heim 1889 og gjørdist 93 ára gomul. Hon var trúgvandi kvinna og brúkti nógva tíð at biðja fyri sínum kæru. Hvønn dag las hon í Bíbliuni, og var tað sjálvandi donsk Bíblia. Hin føroyska kom jú ikki fyrr enn nogv ár seinni.

 

Fyrsta Bíblia, eg minnist ommu lesa úr, var ein lítil svørt Bíblia, sum hon hevði fingið frá abba jólini 1931. Á fremstu opnu stóð: Ps. 55,23: “Kast din Sag paa Herren, og han skal forsørge dig; han skal ikke evindelig tilstede, at den retfærdige rokkes.”

 

Henda bók var nógv brúkt og dúgliga undirstrikað; men árini gingu, og við teimum fara ofta eyguni at bila. Tá ið omma so ikki longur sá at lesa teir smáu bókstavirnar, lænti hon eina stóra Familjubíbliu frá einari dóttur síni. Nú bar betur til, bókstavirnir vóru størri; men henda Bíblian var sjálvandi eisini á donskum.

Omma var klár líka til tað síðsta. Hon lá bara ein mánað á Landssjúkrahúsinum, so doyði hon. – Vit skiftust um at sita hjá henni. Nakrar dagar, áðrenn hon doyði, sat eg hjá henni. Vit vóru einsamallar inni á B7 stovu 1, sum er einastova. So sigur hon: “Hvør er hatta, sum stendur har við reyðum kjálkum?” Hon peikar móti fótalagnum. Men eg sá ongan. So sigur hon við veikari rødd: “Og tey rættvísu skulu ganga í síðum, hvítum kæðum …” Eg hefti meg við orðið “rættvísu”. Omma, sum ongantíð á ævini hevur lisið í føroyskari Bíbliu, hevði, um alt var upp á “normalan” máta, sagt “de retfærdige”, ikki “tey rættvísu”.

So sigi eg: “Hvat er tað, tú sigur?” Hon snara høvdinum móti mær og sigur: “Sigi? Eg sigi einki. Eg lesi bert tað, sum stendur skrivað har; men eg kann ikki lesa alt í senn, og sumt er við so smáum bókstøvum, at eg síggi tað illa.” Og so peikaði hon móti fótalagnum. Tá hevur hon óivað sæð ein eingil staðið har við einum skriftstaði ella Bíbliuni. Viðmerkjast skal, at veggirnir vóru gráir og berir. Eingin mynd ella uppslag yvirhøvur var á vegginum.

Hetta bleiv so stórt fyri mær, og eg skilti, at eg stóð á heilagari grund. Tá ið kreftirnar ganga undan, og vit einki orka, tá styrkir Jesus okkum, so framt sum vit her í lívinum hava hildið okkum til hansara.

Nakað eftir hetta kom eg at tosa við eina trúgvandi konu, og hon segði mær frá einari konu úr Eysturoynni. Hon var líka gomul sum omma, tá ið hon doyði. Tá ið hon lá at doyggja, lá hon og las skriftstað eftir skriftstað upp. Hon sá tey á vegginum, hóast veggurin var berur.

Hon segði eisini frá einari ungari kvinnu, sum hevði sungið nógv í streingjakóri. Hon gjørdist sjúk, og tá ið hon lá at doyggja, sá hon nótar uppi á vegginum og spurdi mann sín: “Tú, hvussu skal hatta lagið syngjast?” Men maðurin sá einki.

“Óttast ikki,” sigur Harrin í orði sínum 365 ferðir – eina ferð til hvønn dag í árinum, tí, sum hann eisini lovar: „… »Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,« “ Hebr. 13,5.

Effie Campbell.