Samrøða um veruligan heilagleika

”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, ”
Jóh. 1,12

 

 

Harold P. Baker.

Spurningur: Hvussu ber tað til, at tá ið hin ungi trúgvandi ger okkurt skeivt, heldur hann ofta, at hann hóast alt als ikki er umvendur av sonnum?

 

Svar: Orsøkirnar kunnu vera ymiskar. Kanska hugsar hann, at Guds kærleiki til hansara á ein ella annan hátt er treytaður av hansara egnu andaligu støðu, og at Gud góðkennir hann ikki longur, tá ið tað stendur illa til við honum. Hann heldur, at frelsa hansara hongur í tveimum ketum: Hin fyrra er Kristi sáttargerð, hin seinna hansara egni góði atburður.

Men sannleikin er nú ein heilt annar. Í staðin fyri at frelsan er treytað av tveimum ketum, er frelsa okkara bert treytað av Kristi fullgjørdu sáttargerð. Kann hon nakrantíð bresta? Kann nakað skarð í okkara atburði skerja Kristi verk, so tað fer úr gildi? Kann nøkur broyting í okkum ávirka virði í Kristi dýrabara blóði? Slíkir spurningar svara seg sjálvir.

Sovorðin ivi kann eisini koma av, at hann ikki hevur skilt, at tá ið hann trúði á Kristus, bleiv hann fluttur inn í eini fullkomiliga nýggj skyldskaparviðurskifti við Gud. Hann er nú nakað heilt annað enn bert ein skapningur, skyldigur at tæna og akta skapara sín. Hann er barn hja Gudi og verður elskaður av tí skyldskapi, sum hin guddómliga náðin hevur sett hann inn í. Guds óendaligi kærleiki hvílir á honum, ikki av tí at hann skikkar sær so væl; men av tí at hann er ein sonur.

Meðan ein vinur mín var í Italia, tosaði hann við eina konu, sum helt, at Gud ikki kundi elska hana, av tí at hon í heilum gjørdi okkurt skeivt. Henda konan hevði ein innføddan tænara, ein stásiliga trúfastan mann, sum henni dámdi sera væl. Hon hevði eisini ein son, sum var eitt forherðað og ónæriligt barn.

Vinur mín, sum fegin vildi vísa konuni, hvussu tápuligur ótti hennara var, segði við hana: “Eg hugsi, at tygum elska tænara tygara nógv meira, enn tygum elska barn tygara?” – “Tað geri eg sanniliga ikki,” svaraði hon og tóktist at verða firtin av spurningi mínum. “Hvat meina tygum við einum slíkum spurningi?”

“Ja, men tygum,” segði vinur mín, “av tí at tygum hava so nógva gleði av atburðinum hjá tænara tygara, og tá ið eg havi hoyrt tygum gremja tygum um, hvussu óstýriligt barn tygara er, hevði tað ikki verið natúrligt fyri tygum at elska tænaran meira enn barn tygara?”

Konan sá at enda meiningina: barn hennara var barn hennara, hóast allan óflýggjaskap frá tí, og tað var tí, at hon elskaði tað. Tænari hennara við øllum sínum fyrimyndarliga atburði var als ikki skyldur við hana.

Tann, sum nú trýr á Jesus, er nær í slekt við Gud. Hann er barn hansara. Og kærleiki fylgir saman við skyldskapi. Mong støð í skriftini vísa hetta.

”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, ” Jóh. 1,12
”tí at tit eru øll Guðs børn við trúnni á Krist Jesus. ” Gal. 3,26
”Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. ”
“Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guds børn.” Róm. 8,16

E. Campbell umsetti.