Jólanna Kristus
„Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. “
Jóh.1,14
Fyri góðum 2000 árum síðani varð eitt dreingjabarn borið í heim í Judeu. Lív hansara var frammanundan ætlað at nema við óteljandi millonir. Hetta barnið var Jesus Kristus.
Tíðin var búgvin til føðing hansara. Í øllum tí mentaða heiminum høvdu rómverjar bygt vegir sum eina fyrireiking fyri sendiboðum hansara, og grikskt var vorðið eitt heimsmál, so øll málslig forðan av evangelium hansara var beind av vegnum.
Tað fólk, sum hann var føddur millum, var fátækt og vanvirt, tí tað var vorðið hertikið av rómverjum. Í hvørjum menniskja búði eitt róp um útfrían.
Heimurin visti einki um føðing hansara. Alt arbeiði helt á sum vanligt. Har vóru ongar størri kollveltingar, sum søgdu frá einari nýggjari øld. Kongar og fúrstar ráddu sum fyrr. Einki útvortis boðaði frá komu hansara í heimin.
Bara Himmalin tóktist at hava áhuga fyri hesum. Gud mátti sjálvur stíla fyri fagnaðarkvøðuni, og tí sendi hann eina fjøld av himmalskum herskarum, sum hátíðarliga søgdu frá føðing hansara og lovaðu Gudi. Hirðarnir fullu á knæ og tilbóðu hann og prísaðu honum. Vísmenninir komu úr Eysturlondum. Teir høvdu granskað stjørnurnar og sæð eina óvanliga stjørnumynd og komu nú av langfaraleið við gávum teirra.
Ein kongur hoyrdi um føðing hansara og gjørdist ræðslusligin og bangin. Ræðulig morð vórðu ráðløgd og framd. Av ótta fyri at missa vald teirra royndu teir við øllum brøgdum at drepa hann.
Ein og hvør ónd, djevulsk ætlan varð nýtt at beina fyri honum. Teir illu andarnir skulvu. Satan leikaði óður í. Alt Helviti svór seg saman ímóti honum; men Gud vakti yvir soni sínum. Hóast allar óndar royndir varð Jesu lív spart.
Hann kom ikki til eina prýðiliga borg við marmorsølum og dýrum teppum á trappunum. Einki vælútbúgvið kamar stóð til reiðar til hansara. Tá ið hann varð føddur, vóru eingir læknar ella sjúkrasystrar til steðar. Ongar ytri ávísanir vóru, so sum skotríð og tílíkt. Bara himmalskur tónleikur var at hoyra. Hann kom til eitt fjós og varð lagdur í eina krubbu. Mamma hansara hevði einki annað enn strá at leggja hann á, og djórini vóru áskoðarar. Í tilhaldshúsinum var ikki rúm fyri teimum.
Lítið grunaði Cæsar, at ein dag skuldi hetta barnið gjøgnum læru sína oyðileggja stóra keisararíki hansara, fella yvirvald og ræði Róms og vinna á øllum verðsligum stjórnum. Ella at tann dagur fór at koma, at føðing, lív og deyði hansara fór at fáa størri ávirkan á mannaættina enn føðing og deyði hjá nøkrum øðrum menniskja. Tað var gjørt av frammanundan, at óteljandi milliónir skuldu viðurkenna, at hann er størstur av øllum profetum, hin mætasti av øllum mætum, heimsins Frelsari – Gud í kjøti og blóði.
Og nú eru vit í yvir tvey túsund ár vorðin mint á føðing hansara, tí hann er søgunnar miðdepil. Meiri enn tvey túsund jól eru komin og farin síðani hina ógloymandi nátt, tá ið “Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum…” Jóhs. 1,14.
Í dag verður hann tilbiðin av óteljandi milliónum, bæði av teimum, sum nú liva, og av teimum, sum undan eru farin, og ótaldir skarar gleða seg til tann dag, tá ið hann kemur aftur sum ”… »Kongur konga og drottur drotta.« ” Opb. 19,16.
Kæri vinur! Tilbiður tú hann sum tínum Frelsara? Fert tú at ynskja honum vælkomnum, tá ið hann kemur aftur? Hevur tú tikið ímóti honum? Um ikki, so ger tað, og ger tað nú.
E. Campbell umsetti.
Edvard Poulsen

