Boðskapurin ljóðaði á nátt

Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu
úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum.
Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans
ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.
Luk. 2,8-9

Gev tær far um, at eingilin kom við boðunum til hirðarnar
á nátt. Tað var ikki nátt, bara tí at sólin var niðurfarin, men
tí at heimurin lá fjaldur í andaligum og moralskum myrkri.

Mangan er tað so, at Gud staðfestir boð síni, tá ið myrkast er.
Tað var nátt í Egyptalandi, tá ið Ísraels børn vórðu fríað úr
trælahaldinum har. Tað var nátt, tá ið Sámuel gjørdist Guds
rødd, sum kallaði hann til profet fyri Guds fólki. Tað var nátt, tá
ið Gud gav Dávidi nakrar av vakrastu sálmum hansara. Tað var
á nátt, at Paulus og Silas bóðu og sungu lovsang í fangahúsinum
í Filippi. Og tað var á nátt, at Kristus varð føddur í Betlehem,
og Harrans eingil kom við boðunum um, at ein frelsari var
givin allari mannaættini.

Hjá mongum tykkara, sum lesa hetta, er tað nátt nú. Tað
er nátt inni á sjúkrastovuni, har tú stríðist í ráðaloysi og neyð.
Men eg vil fegin sleppa at siga tær, at handan skýggini skínur
sólin. Tú kanst taka ímóti Jesusi í hjarta tínum, og hann kann
koma við gleði og einum eldhuga og eini dýrd, sum tú aldri
fyrr hevur upplivað – um tú vilt geva honum lív títt.