Jól í tukthúsinum
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.«”
Matt. 28,19-20
Hans Nielsen Hauge ferðaðist á heysti 1799 úr staði í stað á Tróndheims leiðini. Hann búsettist í Leinstrand og innbant bøkurnar, ið hann fekk prentað í Tróndheimi. Samstundis ferðaðist hann um í bygdunum og helt møtir. Nógvar av hesum bygdunum vóru merktar av drykkjuskapi, veitslum og bardøgum; men eftir at Hauge hevði virkað her í eina tíð, var týðilig broyting. Bøndurnir savnaðust til sang og lestur. Vitnisburðurin hjá Hauge hevði stóra ávirkan.
Tað er torført at skilja, at tað, at ein maður møtir Gudi, skal fáa gongd á eina veking, sum breiðir seg um alt landið. Vanlig menniskju fingu at hoyra ein boðskap, og Jesus gjørdist Frelsarin hjá tí einstaka. Kristindómurin gjørdist ein persónlig uppliving við varandi umbroytingarmegi.
Ikki øllum dámdi hetta virksemið. Hans Eriksen Stenbuch, sóknarprestur, rópti í øðini frá talarastólinum ímóti lestrarhuginum. Tey, sum lótu hús síni upp fyri slíkum møtum, vórðu hótt við fongsli og tukthúsi; men einki hjálpti. Hauge fekk støðugt fleiri viðhaldsfólk.
Tann 9. des. boðaði Schønheyder bispur frá einum fundi, sum skuldi vera í Melhus prestagarði. Hauge møtti og noyddist at svara nøkrum spurningum um brot á Konventikkulplakatina. Hetta var ein kunngerð frá 1741, sum gav prestunum einkarrætt at boða Guds orð. Hauge stóð fast uppá, at henda kunngerð stríddi ímóti Guds orði, og at hann sambært orðinum hevði skyldu at hjálpa sínum medmenniskjum at leita eftir sannleikanum í orðinum.
Bispur álegði lensmanninum í Melhus at handtaka Hauge og ein av oddamonnunum í haugerørsluni har á staðnum, Lars Olsen Hemstad; men lensmaðurin sýtti fyri at handtaka ósek menniskju. Fyri at lensmaðurin ikki skuldi missa starv sítt, fóru Hauge og Hemstad sjálvbodnir til Tróndheim og gjørdu vart við seg hjá stiftsamtmanninum. Hesir báðir leikmenninir vórðu settir í fongslið fram til endan á januar árið eftir, soleiðis at á jólum, tá ið tíðarrokningin fór frá 1799 til 1800, sat ein av týdningarmestu monnunum í Noregi gjøgnum allar tíðir, Hans Nielsen Hauge, í tukthúsinum í Tróndheimi.
Hesa revsing fekk hann, av tí at hann friðsamur og spaklyndur hevði ferðast um í landinum og boðað frá, at Jesus kundi seta menniskju í frælsi frá synd og tí banning, sum alkoholið førdi við sær.
Hóast atsókn og jagstran komu nýggjar kristnar samkomur allastaðni, har Hauge ferðaðist.
Hvussu stór ávirkan virksemið hjá Hauge hevði á menningina í Noregi frá 1800 og framyvir, er ringt at meta um; men skilligt er, at nógvar familjur fingu lut í einari trúgv, sum gav styrki at megna gerandisdagin. Haugianararnir gjørdust eisini undangongumenn, tá ið ráddi um vinnulívið.
Sagt verður, at enn er gjørligt at síggja mun á kristna virkseminum í teimum økjunum í landinum, har Hauge virkaði, og teimum, har hann ikki kom.
Greitt verður frá, at Hauge undir jólahøgtíðini 1799 í Tróndheims tukthúsi var merktur av gleði og takksemi til Guds.
“Shalom”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

