Ólavur gevst í starvi um ársskifti
Mikudagin høvdu starvsfólk og leiðsla í Heimamissiónini fráfaringarløtu í Nesvík fyri Ólavi Jacobsen, sum eftir 6 ár hevur valt at gevast í starvi sum trúboðari. Hann hevur síðan 1. januar 2020 verið í hálvtíðar starvi sum trúboðari við serligum fokus á økið í Norðstreymoy.
Ólavur hevur í síni tænastu ferðast nógv runt og tala og spælt til møtir, havt andaktir, og um summarið hava útimøtir kring landið fylt nógv í kalendaranum. Eisini var hann eitt skifti nógv virkin í tænastu í Íslandi.
Hóast hann gevst í løntum starvi, leggur hann dent á, at hann ikki gevst í tænastuni í Guds ríki. Vit takka Ólavi fyri hansara stóra íkast í tænastuni. Vit biðja um Guds signing yvir næsta kapittulin hjá Ólavi.

Jákup Brúsá
