Tú ert ikki einsamallur
“og á navni skulu tey nevna hann Immanuel«; tað merkir: »Guð við okkum.« ”
Matt. 1,23
Skúlarnir høvdu fingið jólafrí, og tíggju ára gamli Charlie var ovurkátur, tí nú skuldi hann halda jól úti á bygd. Tey koyrdu úr London og út eftir vegunum, ið snúðu sær higar og hagar. Mamman koyrdi, og drongurin var bergtikin av kavalandslagnum. Men alt í einum fór at kava ógvisliga. Tað sást ikki fram um nøsina, og bilurin gleið á vegnum og endaði í veitini.
Charlie royndi at skumpa aftanfyri, meðan mamma hansara hevði fótin á spitaranum; men bilurin vikaðist ikki. So lótu hesi bæði bilin standa og fóru til gongu oman eftir vegnum.
Tey komu til eini lítil hús og bankaðu á dyrnar og bóðu um hjálp. Ein kroyst og ógvuliga lot kona bjóðaði teimum inn, so tey kundu læna telefonina og verma seg, meðan hon gjørdi te og setti køku á borðið.
“Er nakað serligt við hasum?” spyrt tú kanska. “Er hatta ikki bara ein gerandissøga?”
Nei, tað var tað ið hvussu er ikki fyri hesa konuna, sum henda dagin læt dyrnar upp. Hon hevur sagt hasa søguna fleiri hundrað ferðir, og tað kunnu vit ikki brigsla henni. Tað er ikki á hvørjum degi, at Onglands drotning og Charles prinsur biðja um innivist!
Eina vetrarnátt fyri meir enn 2000 árum síðani bankaði Friðarhøvdingin á dyr okkara – og tað var ikki eitt óhapp. Bíblian sigur, „Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: »Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel«; tað merkir: »Guð við okkum.« “ Matt. 1, 22-23.
Jólini kunnu kennast einslig, um tú ert arbeiðsleysur, ikki hevur nakra familju, og tú kennir teg hugtungan. Men tú ert ikki einsamallur – Gud er við tær. Tað er hann veruliga! Trúgv tí og hav eini signað jól.
“… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

