Gleðilig jól
„Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn. “
Luk.2,17
Løgið er at hugsa sær, at kanska verður eingin 24. desember næsta ár. Tí tann Jesus, sum vit fagna, kemur jú aftur og ger enda á okkara tíðarrokning. Ella kanska ein okkara, sum lesur hesa andakt, er farin spákandi inn gjøgnum Perluportrið, áðrenn næsti jólaaftan kemur, og tí er staddur har heima, har tað er nógv betri at vera enn í hesi verð.
Men latið okkum henda dagin hyggja eftir tí, sum hirðarnir, Símeon og Anna søgdu um tann Harra, ið hevði opinberað seg fyri teimum.
Um hirðarnar stendur skrivað: “Tá ið teir sóu barnið, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn.” Betri kann tað ikki gerast. Vit skulu ikki fara at leggja til ella draga frá Orðinum, men siga tað, sum í Bíbliuni er sagt um hetta barn.
Síðani 21. juni eru dagarnir styttir, ljósið er minkað, og myrkrið er vaksið, til tað náddi botnin 21. desember, sum er ársins stytsti dagur. Tá ið Jesus varð føddur, kom eitt ljós inn í henda heim, sum myrkrið ongantíð hevur og ongantíð fer at basa og fáa bilbugt við. Jesus kann lýsa upp sjálvt teir myrkastu dagarnar.
Símeon prísaði Gudi við millum annað hesum orðum: “… eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg.” Símeon var so ovfarin at hitta Jesus, at hann bað Gud taka seg heim til sín.
Gamla Anna lovprísaði Gudi. Hóast hon var ógvuliga gomul, var hon so hugtikin av Jesusi, at hon tosaði um hetta barnið við øll.
Tey fyrstu, ið vóru vitni til komu Jesusar, góvu hetta aftursvarið. Hvat við tær og mær? Hvat er okkara aftursvar til tann Frelsaran, sum kom fyri góðum tvey túsund árum síðani og skjótt fer at koma aftur? Handan spurningin kunnu vit passandi grunda um hesi jólini.
Gleðilig jól!
“Regnbuen”. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

