Takksemi

„Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum. “
Kol. 3,17

 

 

 

Her snýr tað seg um takksemi. Og takksemi er í mongum føri eitt løgið fyribrigdi. Tað eru menniskju, sum eru sjúk og vita, at tey ikki hava langa tíð eftir. Og kortini kunnu tey vera takksom. Tey kunnu vera takksom fyri hvønn tíma, sum sólin skínur inn ígjøgnum stovuvindeygað og vermir. Tey kunnu gleða seg um kláru luftina og ljósa himmalin ein vetrardag.

 

 

Somuleiðis eru tað fólk, sum liva í trongum korum og hvørs lívsdreymar brustu. Og kortini eru tey takksom. Takksom fyri vinirnar, sum ikki sviku, tá ið hjúnafelagin rýmdi. Takksom fyri nýggjar dyr, sum lótu seg upp, tá ið viðkomandi misti arbeiðið.

 

 

So eru tað uppaftur onnur, sum hava alt og kortini ikki sýna nakað takksemi. Hús og heim, familju og vinir, viðgongd og viðurkenning og harafturat góða heilsu. Men kortini síggja vit ikki altíð nakað til takksemi. Kanska tí vit sammeta okkum við tey, sum hava meira enn vit sjálvi, fram um tey ómetaliga mongu, sum hava minni av øllum. Ella sum ein amerikanskur sjónleikari segði: “Ver takksamur fyri tað, tú hevur, og tað fer at enda við, at tú fært meira. Men um tankarnir bara fara at snúgva seg um tað, tú ikki hevur, fer tað at enda við, at tú ongantíð fært nógmikið.”

 

 

Takksemi er ikki ein stemningur, sum vit kunnu tvinga fram. Og kortini er har okkurt, sum vit kunnu læra og venja okkum til. Vit kunnu bera tøkk okkara fram við orðum. Bíbliuorðið her omanfyri talar um, at vit skulu SIGA Gudi tøkk í bønum okkara.

 

 

Vit kunnu t. d. byrja og enda hvønn dag við at frambera eina tøkk til Guds. Kanska er meira at vera takksamur fyri, enn vit av fyrstan tíð hildu.