Við ársskiftið
”Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. ”
2. Pæt. 3,9
Hugsa tær, aftur fingu vit loyvi at uppliva eitt ár, har vit frítt kundu boða um tann Frelsaran, hvørs føðingardag vit skjótt aftur skulu halda. Tað er eingin sjálvfylgja, og sum vit uppliva heimsstøðuna kring okkum, hugsa vit væl altíð – hvussu leingi? – Og hava vit brúkt ta dýrabaru tíðina? Eitt er vist, at ein dag kemur Jesus aftur, ikki sum fyrru ferðina í tænaramynd, men sum kongur konga.
Tað er Guds langmóð, sum heldur aftur. 2. Pæt. 3,9. Hann vil, at menniskju skulu venda við frá teirra syndafulla vegi til hansara og verða frelst.
Vit mugu takka Gudi fyri tey, sum gjøgnum farna árið hava møtt Jesusi sum teirra Frelsara. Okkara hjartasuff er nú at náa til so mong sum gjørligt komandi ár. Tilboðini frá “heiminum” eru størri enn nakrantíð, og færri og færri hava stundir at vera við at bera teimum evangeliið, annaðhvørt við at býta bløð og traktatir út ella bera orðið fram.
Brúk er fyri nógvari forbøn fyri uppvaksandi ættarliðnum, at tað ikki skal ganga sum í Dómarabókini 2,10, har annað ættarliðið hvørki kendi Harran ella tey verk, sum hann hevði gjørt fyri Ísrael, og tey tæntu Báalunum.
Latið okkum nýta ta dýrabaru tíðina, ið hvussu nógv vit enn hava at gera, so at tey í minsta lagi einaferð hoyra tann glaða boðskapin, sum vit sjálv so frítt hava fingið loyvi at taka ímóti. Mátti Harrin givið okkum nógv undurfull upplivilsi í hansara víngarði komandi ár.
GLEÐILIG JÓL!
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

