Teknið er kærleiki

”Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. ”
Op.3,20

 

 

Vit hava svikið kærleika okkara til Kristusar, og tá ið kærleiki okkara til hansara doyr, doyr kærleikin hvør til annan eisini, og somuleiðis kærleikin til Guds orð og til tær glataðu sálirnar.

 

Kirkjuliðið í Sardes var uttan lív. Tað bar kortini orð fyri at liva; men Harrin lýsti tað at vera deytt. Harrin gevur okkum ikki altíð sama vitnisburð, sum vit sjálv geva okkum!

 

Laodikea var flógv. Eitt lítið sindur ov heit til at vera køld, og eitt sindur ov køld til at vera heit. Og legg merki til, at Harrin ikki segði, at hann vildi spýggja hana út úr munni sínum, tí hon var ov heit! Hann vil enntá heldur, at ein menniskja er á tí skeivu síðuni av stikinum (køld), enn at tey standa beint á markinum.

 

Boðskapur Harrans til kirkjuliðið í Laodikea endar kortini við einum positivum tóna: “Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá.” Opb. 3,20. Vit brúka hetta orðið til óumvend; men tað varð sagt við eitt kirkjulið, eitt kirkjulið, sum hevði nóg mikið í sær sjálvum, har Kristus mátti standa uttanfyri.” … um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar …” Ein einstøk menniskja kann verða amboðið, sum ger, at ein veking byrjar.

 

Onkur hevur sagt, at Kristus bíðar – ikki eftir einari avgerð, sum ein nevnd skal taka – men eftir einum menniskja, sum vil loyva honum at sleppa inn.

Laodikea hevði alt, bert ikki Jesus.

E. Campbell umsetti