Um at spyrja Harran um ráð!

„at opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð, “ Gal.1,16

 

“… tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð,” Gal. 1,16

 

„Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær. “
Sálm. 32,8

 

Tá ið vit lesa í Bíbliuni um Dávid kong, síggja vit, at hann ferð eftir ferð spyr Harran um ráð: “Skal eg gera hetta ella hatta?” Hvørja ferð, Dávid spyr, svarar Harrin honum greitt, so einki kann misskiljast, og Dávid upplivir hvørja einastu ferð, hann ger eftir orðum Harrans, hvussu Gud grípur inn við veldismátti sínum.

 

Tá ið ísraelsmenn skuldu taka landið, fingu teir boð um at beina fyri fólkunum, sum búðu har. Tað visti gibeonittarnir (Jósva kap. 9), og fyri at bjarga lívinum komu teir við nøkrum, sum tyktist vera greið prógv fyri, at teir ikki hoyrdu til fólkini, sum beinast skuldu fyri. Hesi prógvini tóku ísraelsmenn fyri fult. “Men,” stendur skrivað, (v. 14) “… uttan at spyrja Harran um ráð.” Úrslitið: Tey vórðu svikin.

 

Tað er ófatiligt, men satt, at Harrin, Gud hin almáttugi, skapari himmals og jarðar, hevur áhuga og umsorgan fyri hvørjum einstøkum av børnum sínum. Ongum okkara nýtist at trilva okkum fram í blindum ella lata okkum reka av tilvildini.

 

Men gera vit í okkara dagliga lívi nýtslu av hesum veldiga møguleika? Bjóða vit Gudi okkara tíð og evni, so vit vita, at tað, vit gera, er tað, Harrin hevur kallað okkum til, ella lata vit “tey góðu ráðini” hjá okkara umhvørvi vera avgerandi. – Spyrja vit Harran, hvussu vit skulu brúka pengar okkara, hvat arbeiði, hann vil, vit skulu lata teir fara til, ella lata vit okkum leiða av okkara egnu lystum, kenslum ella av tilvildini?

 

 

Í Jákups brævi, kap.1 vers 5 fáa vit tað lyftið, at Gud vil geva okkum vísdóm (eisini til alt tað smáa og stóra í gerandisdegnum), tá ið vit biðja hann um tað.

 

Alt er til reiðar frá Guds síðu; men hann bíðar eftir okkara spurningum, áðrenn hann svarar okkum.