Einans ein neva
”Hon svaraði: »So satt sum Harrin, Guð tín, livir, eigi eg ikki so mikið sum eina køku, men einans ein neva av mjøli í stólpanum og eitt sindur av olju í krukkuni; og nú fáist eg við at savna saman nøkur sneisapetti; síðan ætli eg mær heim at matgera til mín og son mín; tá ið vit hava etið tað, mega vit doyggja.« ”
1.Kong.17,12
“Eg eigi … einans ein neva.” Einans! Ja, vit kenna væl hetta vantrúnna, ivandi einans. Hin fátæka einkjan í Sárepta er ikki hin einasta, sum hevur hugsað og talað soleiðis.
– Einans ein neva av mjøli.
Ja, tað var jú ikki nógv; men tað var nóg mikið, tað rakk til, av tí at Harrin legði sína signandi hond á tað.
Jesus brúkar smáar lutir at avrika stórverk – fyri at dýrmeta navn sítt.
Andrias, hvat hevur tú at metta tey 5000 við? – Einans fimm breyð og tveir smáfiskar. (Jóh.6,8-9)
Dávid, hvat hevur tú at fara ímóti hasum yvirvaksna filistanum við? Einans
Og Pætur, hvat hevur tú at líta á, tá ið tú kastar nótina út? – Einans eitt orð. (Luk.5,5)
Aftur og aftur hitt sama: Einans ein neva av mjøli. Men tað er nóg mikið í veldigu hond Harrans.
Guds barn, lat Harran vælsigna tað, tú hevur, og har skal verða nokk – ja, enntá ríkiligt.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

