Kánáan-mál
”Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. ”
Luk.4,16
Ein ungur drongur, sum leitaði eftir meiningini við lívinum, hevði lagt merki til, at tey trúgvandi áttu nakað, ið hann ikki hevði. Tey sóu altíð so glað út. Hann fór so inn á eitt møti.
Hann skilti lítið av tí, tey søgdu; men hann hevði sæð ein eldri mann, sum eisini var á møtinum. Hann kendi mannin eitt sindur og hevði álit á honum, so tá ið møtið var liðugt, bar hann tað so í bandi, at hann kom at fylgjast við honum.
“Eg skilti lítið av tí, tey søgdu,” segði drongurin. “Tey siga: Kom til Jesus, ella: Tá ið eg kom til krossin, datt øll syndabyrðan av. Tað ljóðar sum ørvitistos í mínum oyrum, tí hvussu kunnu vit koma til Jesus, tá ið hann nú er í himli. Krossurin stóð einaferð á Golgata; men nú er eingin krossur har.”
Maðurin smíltist. “Tú hevur allan rættin,” segði hann. “Tey trúgvandi brúka nakrar fastar vendingar – vit plaga at kalla tær kánáan-mál eftir landinum Kánáan, sum var landið, ið Harrin lovaði Ábrahami og eftirkomarum hansara. Tey, sum eru von at ganga á møti, skilja, hvat ið meinast við. Men tað er avgjørt ikki nokk. Sjálvandi eigur talarin at greiða frá, hvat ið hann meinar við, so at øll skilja boðskapin.
Men nú skal eg greiða tær frá hesum ymiska. Tá ið Jesus gekk á foldum, kundi hann bara vera í einum staði í senn; men eftir at hann er farin til himmals, hava vit fingið tann fyrimunin, at hann er allastaðni við sínum Heilaga Anda. Tú kanst tí koma til hansara hvar sum helst. At falla á knæ niðri við krossin kann tí t.d. vera at falla á knæ við ein stól ella songarstokk.
Um tú av hjarta biður Jesus fyrigeva tær syndir tínar og biður hann koma inn í hjarta títt, so ert tú frelstur. Men nú byrjar lív títt saman við honum. Um tú leggur av at eta, so doyr likam títt. Á sama hátt er tað við sálini. Hon má fáa andaliga føði. Tí skalt tú lesa í Bíbliuni og biðja hvønn dag. At biðja er at tosa við Jesus. Tú so at siga fert inn í trónrúmið til hansara og leggur tað fram fyri hann, sum liggur tær á hjarta og takkar honum fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri teg. Sjálvur biði eg einar tríggjar ferðir um dagin. Bíblian og bønin eru tað fyri sálina, sum matur og drekka eru fyri likamið.
Tú skalt eisini samlast saman við teimum trúgvandi í kirkju og á møti. Tú styrknar av tí. Ger tær tað til vana. Tað gjørdi Jesus. Skrivað stendur um hann, at hann fór inn í synagoguna, sum siður hansara var. Góðir siðir og vanar skulu vit ikki lítisvirða.”
Drongurin gjørdi eftir ráðunum hjá manninum. Hann kendi, hvussu hann styrknaði, og hann lærdi eisini nógv um, hvør ið Jesus var, um hansara natúru, hvat ið hann hevur gjørt fyri okkum, og hvat ið vit eiga í honum.
E. Campbell
Edvard Poulsen

