Kirkjuliga Heimamissiónin fær nýggjan fíggjarleiðara

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Eyðhild S. Dam Hansen í starv sum fíggjarleiðari frá 1. januar 2026. Hon hevur síðani august arbeitt ein dag um vikuna á skrivstovuni, har hon hevur hjálpt við bókhaldi, roknskapi og øðrum rakstraruppgávum. Nú er hon sett í starv hálva tíð og verður ein fastur partur av starvsfólkahópinum og dagligu leiðsluni.

Eyðhild hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari i smærri virkjum og hevur í mong ár rikið sítt egna bókhaldsvirki, har hon eisini hevur virkað sum fíggjarleiðari hjá ymsum smærri fyritøkum.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring, bókhaldi, roknskapi og fundraising fyri allar arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og verður við hesum partur av dagligu leiðsluni saman við aðalskrivaranum.  

Arbeiðið hjá Heimamissiónini umfatar barna- og familjuarbeiðið (SIMBA, Spírar og Eindin), ungdómsarbeiðið (Heimamissiónsungdómur), Leguhúsið í Nesvík, Heimamissiónsforlagið (herundir nethandilin Manna.fo), Sjómansmissiónina (herundir Hotel Ørkin í Reykjavík), miðlavirksemi (Trúboðin) og nakrar trúboðarar í starvi. Tilsamans eru 14 fólk í starvi, harav fleiri eru í parttíðar starvi.  

LES EISINI  Leygardagurin á Stórmøtinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina