Har rósan aldri doyr

”Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. ”
Matt.6,33

 

 

Åshild Burnett, sum býr í Danmark, skrivar í Aglow-blaðnum m.a. Soleiðis:

 

Eg eri uppvaksin á einum ógvuliga vøkrum staði í Norðurnoregi – á oynni Engleø. Mamma mín, sum gjørdist 87 ára gomul, var ein stillfør og trúgvandi kona, sum gekk í kirkju hvønn sunnudag og las dagliga í andaktsbókini og Bíbliuni.

 

So gjørdist mamma sjúk. Hon hevði krabbamein í tjúkktarminum og varð løgd undir skurð. Hon fekk eitt hálvt ár afturat og kundi verða heima, tí hon fekk heimahjálp, og ein dóttir, sum búði á einum bóndagarði tætt við, kom eisini ofta at hjálpa.

 

Vit eru fýra systrar. Tvær búgva tætt við hjá mammu, ein er sjúkrasystir og er úti sum trúboðari. Vit komu allar fýra heim, tí mamma versnaði í hvørjum.

 

Ein dagin hevði mamma eina stóra uppliving við Harranum, og hetta hevur sett síni djúpu spor í alla familjuna. Hon elskaði at hoyra sangir um Jesus og himmalin, tá ið hon var so fræg, at hon orkaði. Ein teirra, sum henni dámdi væl at hoyra, var “Der hvor roser aldrig dør”.

 

Eitt kvøldið tosaði hon við systur mína, sum er trúboðari, um tað nú mundi vera nóg mikið, at hon bað til Gud, og um hon nú kundi trúgva, at hon hevði fingið fyrigeving fyri syndir sínar.

 

Dagin eftir tóktist tað, sum fór hon ikki at vakna aftur. Hon lá still og svav óvanliga leingi. Hon var jú ússalig og fekk illa tosað. Brádliga vaknaði hon og setti seg á songarstokkin og fór við harðari og skilligari rødd at greiða frá, at hon hevði havt eina opinbering frá Gudi. Mamma hevði ongantíð áður brúkt so sterk orð!

 

Hon greiddi frá, at alt rúmið fyltist við einum sterkum ljósi, og á einum skelti stóð skrivað “ALT ER BETALT”. Hon helt á at prædika í hálvanannan tíma við skilligari rødd fyri báðum systrum mínum. Hon hevði sanniliga upplivað nakað. Nú visti hon, at Jesus hevði goldið fyri hennara og okkara syndir, tá ið hann doyði á krossinum. Tað var hennara boðskapur til okkara. Øll familjan skuldi hoyra tað, segði hon, og vit máttu taka ímóti hesari gávuni, sum tað er at fáa syndir sínar fyrigivnar. Øll gjørdust so sterkt ávirkað av hennara uppliving.

 

Eina viku seinni doyði hon. Við jarðarferðina merktu vit sterkt Guds nærveru í kirkjuni. Eg las bíbliuversið upp, sum foreldur míni fingu í teirra brúðartalu, Matteus kap. 6 vers 33: “Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt,” og prestur talaði út frá hesum orðum í prædiku síni. Sangurin, sum mammu dámdi so væl “Der hvor roser aldrig dør”, varð sungin solo. Øll æra til Jesus.

E. Campbell umsetti