Opið hús fyri ung í Skansahúsinum

Í kvøld fara OM, YWAM, Pais og Atlantic Mission at hava opið hús fyri ungum í aldrinum 15-25 í Skansahúsinum í Havn kl 19. Felagskapirnir fara at leggja fram hvat tey hava at bjóða, og til ber at fáa eitt prát og hoyra meir.

Hetta fevnir bæði um missiónstúrar komandi summar, bíbliuskúlar, hvat man kann brúka eitt sabbats-ár til o.a. Dyrnar opna kl 19, skráin byrjar kl 19:30, og í pausunum framføra Tina Mellem og Tabita á Torkilsheyggi. Har verður nógv lekkurt at fáa, bæði kips og dipp, bollar við ommukrem og annað.

Skansahúsið er í J.h. Schrøters gøtu 11, og har eru góð parkeringsviðurskifti. Felagskapirnir gleða seg at heilsa uppá øll missiónsáhugaði.

LES EISINI  Er Jesus tann einasti vegurin?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina