Soleiðis kemur endurnýggjanin

mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð.
Sálm. 102,5

 

 

Soleiðis verður tað, tá ið ein kristin misrøkir Guds orð.

 

Jesus er lívsins breyð. Hann er hitt sanna breyðið, sum er komið niður frá himlinum, fyri at vit skulu eta av tí og liva, sigur hann sjálvur.

 

Vit mugu eta breyð hvønn dag. Vit eiga ikki at hugsa sum so: “Eg veit, hvussu breyð sær út, mær tørvar ikki at eta tað.” Men soleiðis bera mong kristin seg at viðvíkjandi Guds orði. Tey halda, at tey kenna orðið um Jesus. Tey vita, hvat ið Gud hevur givið okkum í honum, og tí tørvar teimum ikki at lesa tað umaftur og umaftur.

 

Úrslitið verður hareftir. Okkara gudslív fær onga føði. Tað følnar. Alt, sum er skeivt í okkara lívið sum kristin og í Guds ríkis arbeiði, kemur av, at vit misrøkja Guds orð.

 

Alt gott, øll signing og øll megi í arbeiðinum kemur av, at vit brúka Bíbliuna.

 

Vit treingja fyrst og fremst til at lesa Bíbliuna samanhangandi. Síðani ræður um, at vit innrætta lív okkara eftir henni. Vit mugu trúgva Guds orði, líta á lyfti hansara og fylgja øllum teimum ávaringum, hann gevur okkum um, hvussu vit skulu liva, og um hvussu vit skulu innrætta okkum í gerningi hansara.

 

Tað finst einki, sum kann koma í staðin fyri hetta. Tá ið tað svíkur í okkara kristinlívi og í arbeiði okkara fyri Guds ríki, so nyttar einki at royna við sokallaðum nýggjum tingum, nýggjum mátum, nýggjum sangum og løgum, ella hvat ið vit nú kunnu finna uppá at royna av sokallaðum nýggjum.

 

Øll endurnýggjan kemur, tá ið vit játta sannleikan og venda aftur til byrjanina. Vit mugu aftur til Guds egna orð og byrja umaftur út frá tí. So kemur endurnýggjanin.
E. Campbell umsetti