Bíblia og kyndilsmessa: Er tað ein samanhangur?

Hin 2. februar stendur kyndilsmessa í kalendaranum, men hvat er kyndilsmessa í roynd og veru? Hví hátíðarhalda vit hana, og hvat hevur kyndilsmessa við Bíbliuna at gera?

Kyndilsmessa fellur á 2. februar hvørt ár. Orðið kyndilsmessa stavar frá tí latínska orðinum “missa candelarum”, sum merkir ljósmessa. Kyndilsmessa er sostatt ein ljóshátíð.

Jesus verður borin fram fyri Gud í templinum

Tað stendur einki beinleiðis um kyndilsmessu í Bíbliuni, men vit hátíðarhalda kyndilsmessu grundað á eina hending í Bíbliuni. Tað er framburðurin av tí nýfødda Jesusi í templinum.

Tá ein kvinna hevði føtt eitt barn, var hon sambært Móselógini órein í 40 dagar (3. Mósebók, kapittul 12). Í hesum 40 døgum hevði hon ikki loyvi at koma í jødiska templið, men tá dagarnir vóru farnir, kundi hon aftur koma í templið og bera barnið fram. Maria bar sostatt Jesus fram í templinum eftir 40 dagar, og tí liggur kyndilsmessa 40 dagar eftir jól.

LES EISINI  Hvat er Tefillin?

Símeon lovprísar Gudi

Í templinum tekur ein gamal maður, ið eitur Símeon, Jesus í armar sínar. Símeon hevur fingið at vita av Heilaga Andanum, at hann ikki skal doyggja, fyrr enn hann hevði sæð Harrans salvaða, tað vil siga Kristus. Nú hann hevur sæð Jesus, brýtur hann út í lovsang til Gud. Hann skilur nevniliga, at Jesus ikki bara er eitt vanligt barn, men Kristus, hin lovaði Messias.

Í lovprísan síni kallar Símeon Jesus fyri “eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.” (Luk. 2) Tí hátíðarhalda vit eisini Jesus sum ljósið mitt í myrkrinum – og tað verður neyvan meira ítøkiligt enn í myrka februar. Í katólsku kirkjuni vígir man tí ljósini, sum skulu brúkast í kirkjuni alt árið, við kyndilsmessu.

Várið nærkast

Kyndilsmessa hevur eisini eitt meira fólksligt íkast, nevniliga at helvtin av vetrinum er farin. Tí tendrar man ljós fyri at kveikja vón og gleðast um, at várið nærkast. Kyndilsmessa var sostatt í gomlum døgum ein ikki-kirkjulig merking av miðjum vetri.

LES EISINI  10 bíbliuvers um væntan

Í Føroyum var fyrr vanliga vitjað millum bygdir ávísu høgtíðirnar á vetri. Tær bygdir, har vitjað varð á Kyndilsmessu, verða kallaðar kyndilsmessubygdir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina