Guds nærvera ella frávera
”Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! ”
Sl.107,1
Håkon Bojsen, sóknarprestur við Silkeborg kirke.
Hesa royndina vil eg siga eitt sindur um út frá Sálmi 107 í Gl. Testamenti. Hvat hoyra vit her – ikki minni enn fýra ferðir? Hetta: Tey heittu (t.e. róptu) á Harran í neyð síni, og hann hjálpti, frelsti tey úr trongdum teirra.
Hvør var orsøkin fyri neyðini tá? “Tey vóru vilst, sótu í myrkri og heljarskugga, vóru sjúk vegna syndalívs síns og píndust fyri misgerðir sínar, so tey vinglaðu og sløðraðu og einki vistu til ráðs at taka.” Og hetta var úrslitið: Gud var burtur. Tey kendu ikki longur nærveru hansara, bara fráveru.
Vegna hesa neyðina – og óivað eisini gjøgnum angur og bót – róptu tey á Harran! Tí tey vóru frá sær sjálvum, vildu bert eitt: aftur til Guds fyri ein og hvønn prís.
Og tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst! Gud greip inn og frelsti tey út úr trongdum teirra. Og fólkið upplivdi aftur nærveru Guds – við øllum tí, sum tað inniber av signingum fyri eitt fólk. So tey millum annað av hjarta kundu siga (vers 1): Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! Tey høvdu jú beint nú upplivað, at soleiðis var tað.
Ein sovorðin uppliving av nærveru Guds átti at verið ein uppliving hjá øllum kristnum eisini. Tí hon er ikki bert ein karismatisk ella hvítusunnulig uppliving. Og sum tað hevur stóran týdning fyri okkara kristinlív og kirkjuliðslív. Vit vita tað jú frá teimum nýtestamentligu kirkjuliðunum, kanska serliga frá kirkjuliðinum í Jerusalem, har tey kristnu vóru blivin “Kristi likam”, ein “bústaður fyri Heilaga Andanum”, og har tey hvønn dag “lótu seg fylla við Andanum”. Tey høvdu av álvara sannað, at Gud hevði frelst tey, hevði gripið inn, hevði endurloyst tey. Tey kundu av sonnum siga: Harrin er nær!
Okkum nýtist júst hitt sama, so eisini vit fáa eina ítøkiliga uppliving av, at Jesus fyrigevur, reisir upp og setir í frælsi. Eina uppliving, at hann er førur fyri at grøða likamligar líðingar og sálarligar plágur, ella at hann hjálpir menniskjum at bera tær. Eina uppliving, at Jesus er uggarin og vegleiðarin. Eina uppliving, at hann skapar vøkstur og ger okkum út til uppgávurnar.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

