Hvat fer Gud at siga við teg?
”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6
”Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.« ”
Áps. 4,12
Nógvir spurningar møta okkum á ferð gjøgnum lívið. Nógvar trongar smogur skulu vit ígjøgnum. Ofta er vegurin krókutur og dimmur. Tað koma eisini tíðir, har tað gerst so torført, at vit næstan ikki orka at halda á.
Tá ið alt stríð er strítt, verður ein spurningur eftir: spurningurin um frelsu. Tá ið vit eru komin út í hin uttasta endan, har ógjørligt er at venda aftur, hevur alt annað ongan týdning. Hin síðsti spurningurin á jørð er hin fyrsti spurningurin í ævinleikanum.
Fyri Guds dómstóli hevur alt annað minni at siga. Hvar skalt tú vera í ævinleikanum í Himli ella í Helviti? Ert tú frelstur ella glataður? Hvat fer Gud at siga við teg?
Svarið er tengt at tínum sambandi við Jesus. Tað er nevniliga ikki frelsa í nøkrum øðrum.
Tú kanst ikki frelsa teg sjálvan. Kanska hevur tú verið eitt gott fólk, sum mong eru takksom fyri. Men alt tað, sum tú hevur gjørt, telur ikki hjá Gudi. Hann er ikki nøgdur. Hin einasti, sum Gud er nøgdur við, er Jesus. Gud hevur knýtt frelsuna til hann einsamallan: “Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið.” (1. Jóh. 5,12) Tí verður spurningurin um frelsu tína avgjørdur av tínum sambandi við Jesus. Hevur tú tikið ímóti honum sum tínum persónliga Frelsara? Hevur tú nakrantíð merkt, at Jesus stóð við tínar hjartadyr og bankaði? Hevur tú latið upp fyri honum? Kanst tú svara ja, skalt tú vita, at Jesus bleiv byrjanin í tínum lívi. Men at byrja er ikki hitt sama sum at enda. Hevur tú hildið á gonguferðina saman við Jesusi sum Frelsara og einastu vón? Kanst tú av sonnum svara ja, kennir hann teg, og tá ert tú frelstur í honum.
Tað er av sonnum frelsa í Jesusi. Hoyrir tú honum til, ert tú frelstur heilt og fult. Jesus styrkir teg ikki, so tú kanst frelsa teg sjálvan. Nei, hann hevur tikið alla ábyrgdina. Tað er hann, sum førir teg til Himmals. Tað er hansara offur og gerningur, Gud roknar við. Alt eigur tú í trúnni á Jesus. Tað er óuppiborið av náði. Lova tí Jesusi inn í hjarta títt og liv lív títt við honum.
Og hjá okkum, sum hava tikið ímóti Jesusi, hevði tað verið gott dag og dagliga at minst henda setningin: “Við ævinleikanum beint framman stavn!”
Hugsa trær, um tað stóð skilliga fyri mær í gerandisdegnum, at eg eri á veg móti ævinleikanum. So var tað kanska eitt og annað, sum hevði fingið eitt annað innihald bæði í egna lívi mínum og í mínum kristna arbeiði? Tá verði eg noydd at steðga á við spurningarnar: Hvussu brúki eg evnini, kreftirnar, mína tíð og mínar pengar? Brúki eg tað, tí eg hómi ævinleikan framman stavn?
Tú mást svara fyri teg og eg fyri meg; men skulu vit vera sonn, so miseydnast tað ofta hjá okkum, og tá er gott at vita, at Gud er villigur at byrja av nýggjum við okkum, og at vit fáa loyvi at koma til hansara við øllum tí, sum miseydnast, við øllum ósigrunum og allari sjálvgóðskuni. Mátti Gud styrkt okkum, so vit vóru trúgv til deyðan, og máttu vit verið villig at gingið ørindi fyri hann, tí kongsins boð hava skund. Niðurlagið í einum sangi ljóðar soleiðis:
“Hva har du gjort for din neste i dag,
kan noen regne med deg?
Noen må starte og slå et slag,
noen må bane veg.
Stå ikke stille mens tiden går,
gjør noe, gjør det nå.
Engang du høster av det du sår,
det bør du tenke på.”
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

