Stórur arbeiðsdagur í Missiónshúsinum Bethania

Nú eru skjótt nógv ár síðani at gamla missiónshúsið við Gøtugjógv, sum var frá 1924, bleiv rivið niður. Og skjøtul var settur á at byggja nýtt og nýmótans missiónshús á nærum sama stað. Og er nú arbeiðið komið so mikið væl áleiðis at endaspurturin er skotin í gongd.

Leygardagin 31. januar var stóri arbeiðsdagurin har hópin av fólki, bæði kvinnum og monnum vóru møtt upp at taka eina hond í. Arbeiðið byrjaði kl. 09:00 um morgunin og ætlanin var at halda á til umleið kl 15:00 seinnapartin.

Høvuðsuppgávurnar vóru m.a. at seta innhurðar í, seta ljóðdiffusarar í salin, seta upp senuvegg og annars hanga ymiskt upp so sum spegl, knagar v.m. Sum skilst, so verður miðað ímóti, at taka húsið í brúk til Missiónsvikuna sum verður hálvan februar í ár.

Sí fleiri myndir frá arbeiðsdegnum á Eysturoyarportalinum.

Kelda: eyp.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina