Hvør flenti?

”»Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!« Og tey læðu at honum. ”
Matt.9,24

 

Tey flentu at honum hesi fólkini, sum stóðu við songina hjá teirri deyðu gentuni í húsinum hjá synagoguformanninum. Tey vistu einki um hansara serligu fortreytir at møta deyðans trupulleikum. Tey vóru komin at syrgja eftir eysturlendskum siði við gangi og floytuspæli, og so kom hann og segði: “Gentan er ikki deyð, hon svevur!” Tey vistu jú, at hon var deyð, og at tað nú var jarðarferðin, sum var fyri framman.

Jesus læt seg ikki nerva av teirra látri. Hann er hásinnaður og veit, at menniskju siga, sum tey gera, av tí at tey ikki vita betur. Hvør vil ikki fegin hava deyðans trupulleikar loystar? Hann, sum kann loysa trupulleikarnar, er ein veruleiki, men tey flestu vita tað ikki. Ikki enn ið hvussu er! Her ræður um Guds náði.

 

Dóttir synagoguformannin bleiv sjúk, hon doyði. Tá var tað, at Guds náði vísti seg í hesum manni.

Hvør kann greiða frá, hví summi menniskju eru so opin fyri andaligum sannroyndum, meðan onnur bert kunnu takast við materiellar lutir? Summi hava andaligan sans og onnur ikki. Tað hoyrir til tað gátuføra, sum vit ikki fáa loyst í hesari verð. Men vit vita bæði frá Skriftini og frá royndum, at bønarinnar lykil er lagdur í trúarinnar hond. Hann kunnu vit brúka, og vit eiga at gera tað.

“So stóra trúgv havi eg ikki funnið hjá nøkrum í Ísrael,” hevði Jesus sagt, tá ið hann stutta tíð frammanundan møtti hinum rómverska høvuðsmanninum. Og so møtti hann kortini einari líknandi trúgv hjá hesum jødanum: “Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur!” (Matt. 9,18)

 

“Og Jesus reisti seg upp og fór við honum.” Eisini í Ísrael fann hann trúgv. Hjarta hansara má hava frøtt seg, tí tá ið samanum kom, var hann fyrst sendur til teir glataðu seyðirnar úr Ísraels húsi. Fyrst fyri jødar og síðani fyri hinar, sigur Bíblian um raðfylgjuna av fólkasløgunum í frelsuætlanini. Men trúarinnar gáva verður givin til hina einstøku sálina, uttan mun til, um tað er jødi ella ikki-jødi. Rómverjin eins væl og jødin fingu teirra hjartans bøn uppfylta.

Synagoguformaðurin fekk dóttur sína aftur, júst soleiðis sum hann sjálvur málbar seg: “Legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur!” Hann fekk, sum hann trúði, og uttan mun til vantrúnna hjá øllum hinum, sum bara flentu.

 

Jesus vakti ikki øll deyð upp aftur, tá ið hann gekk her niðri á jørðini, men tað hendi nakrar ferðir sum ein fyrimynd upp á ta stóru uppreisnina, sum skal fara fram, tá ið Guds fulla ráð skal fullbúgvast. Beint nú liva vit í einari tíð, har Ísraels fólk savnast í tí lovaða landinum, og heidningarnir í mongum londum venda um. Vit kunnu ikki forða fyri, at forargingar koma, tær ræðuligu hendingarnar, sum fara fram í hesari apokalyptisku tíðini. Men vit kunnu seta álit okkara á Harran, og tá skulu vit ikki verða til skammar.

E. Campbell umsetti