Fyrsti mánaðurin í Íslandi

Mánadagin 12. januar komu vit, Magnus og Andrias, til Íslands. Vit vóru sendir hagar fyri at hjálpa SÍK (Samband Íslendska Kristniboðsfélag) at styrkja og menna kristiligt ungdómsarbeiði í Íslandi. Vit hava báðir verið við í ungdómsarbeiðinum hjá Heimamissiónini í nógv ár og uppá fleiri ymsar mátar. Tí hava vit verið sera spentir uppá at sleppa í gongd við hesa uppgávuna.

Fyrstu vikurnar hava verið sera læruríkar. Vit hava møtt nógvum nýggjum fólkum, roynt at sett okkum inn í íslensku mentanina og lært nógv um, hvussu kirkjulívið í Íslandi er skipað. Tað er øðrvísi enn heima í Føroyum. Her eru fleiri smærri felagsskapir, og tí hevur tað kravt eitt sindur fáa yvirlit yvir, hvussu alt hongur saman.

Ein partur av okkara arbeiði hevur verið Alpha Youth, ið vit standa fyri, saman við tveimum íslendarum á okkara aldri. Vit samlast hvønn týsdag, og seinast vóru heili 17 ung í aldrinum 13–15 ár við. Alpha Youth er eitt skeið, har pláss er fyri teimum stóru spurningunum í lívinum – spurningum, sum nógv í dagsins samfelagi kanska ongantíð steðga á við og veruliga hugsa um. Spurningar sum: Hvør var Jesus? Gevur tað meining at trúgva upp á hann? Og hvat merkir tað í veruleikanum at trúgva? Tað er sera sterkt at síggja, hvussu hesi ungu tora at seta orð á sínar tankar og ivamál. Samstundis fáa vit sera góðar samtalur um hesar stóru spurningarnar. Harumframt hava vit eisini verið við til eitt Alpha-skeið fyri eitt sindur eldri fólk, umleið 30-ára aldur. Hetta skeiðið er sera spennandi, tí nógvir av luttakarunum hava lítið ella einki samband havt við kristindómin áður. Tó eru tey sera opin, spyrja erligar spurningar og tora at tosa frítt um trúgv og lív. Felagsskapurin í hesum bólkinum er sera góður, og vit eru veruliga komin at kenna fólk, sum vit ongantíð høvdu hitt uttanfyri Alpha.

LES EISINI  Andrias og Magnus til Íslands sum volontørar

Vit eru eisini partur av einum bíbliubólki í ÍKK (Íslendsku Kristkirkjuni), sum er ein luthersk fríkirkja. Bíbliubólkurin kallast UNIK, og her hittast vit saman við fleiri ungum á okkara aldri. Saman lesa og granska vit í Bíbliuni og deila tankar og upplivingar. Hetta er vorðin ein sera týdningarmikil felagsskapur fyri okkum.

Í løtuni arbeiða vit við at leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu vit kunnu røkka ungdóminum í aldrinum 16–20 ár. Okkara ynski er at sleppa inn á miðnámsskúlarnar og møta teimum ungu har, men hetta vísir seg at vera eitt sindur truplari enn í Føroyum, men vit nærkast eini loysn.

Týs- og hósmorgnar ganga vit til íslendska undirvísing. Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum SÍK skipar fyri, og her koma útlendingar úr nógvum ymiskum londum saman. Ein stórur partur av næmingunum er frá Miðeystri. Tað hevur verið sera gevandi at hoyra teirra lívssøgur, ið liggja so langt frá tí gerandisdegnum, sum tveir 20 ára gamlir dreingir úr Føroyum kenna til.

LES EISINI  Nýggju volontørarnir farnir til Íslands í dag

Hvønn mikumorgun hava vit sett tríggjar tímar av til at brúka saman við Guði. Hesar løturnar eru vit vorðnir sera glaðir fyri. Hesa tíðina plaga vit at fordjúpa okkum í Bíbliuni, biðja og lesa aðrar andaliga uppbygjandi bøkur. Í skrivandi stund lesa vit báðir “Trofaste ledere”, ið Rico Tice hevur skrivað.

At enda vilja vit takka fyri allan stuðul og allar forbønir. Forbønin ger ein sera stóran mun, og vit merkja hana týðiliga í arbeiðinum. Vit vóna, at tit vilja halda fram at biðja fyri okkum og arbeiðinum her í Íslandi – serliga fyri arbeiðinum millum tey 16–20 ára gomlu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina