Ert tú andaliga skróvturrur?

„og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu;“
1.Pæt.2,2

 

„Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum. “
Hebr.5,14

 

Eitt menniskja, sum júst hevur tikið ímóti Jesusi sum Frelsara, er eitt andligt pinkubarn. Kanska ert tú eitt av teimum túsundum, sum júst ert farin at liva tað kristna lívið. Tú mást ikki vænta tær ov nógv ov skjótt. Eitt pinkubarn væntar ikki at gerast eitt vaksið fólk eftir einari nátt, og tað vænta foreldrini heldur ikki. Tað er týdningarmikið, at hin nýggi í trúnni fær at vita hetta: “Tú ert eitt andaligt pinkubarn. Enn fært tú bert mjólk at drekka. Tað er ov tíðliga at geva tær fasta føði.”

Vit vaksa við at hugsa um orðið, við bøn og við at lesa Bíbliuna, sum verður føði fyri sál okkara.

 

Tað eru fýra mátar, sum gera, at pinkubarnið veksur:

Tað skal anda,

tað skal hava okkurt at eta,

tað skal haldast heitt, og

tí tørvar at røra seg.

 

1) Fyri tað andaliga pinkubarnið er bønin andadrátturin. Har er út- og innanding. Vit anda út, tá ið vit biðja til Guds, og vit anda inn, tá ið vit steðga á, eru kvirr og lurta eftir rødd hansara. Bøn er samrøða: vit tala við Gud, og Gud svarar okkum.

 

2) Eitt andligt pinkubarn má eisini eta. Kanska er tað ov tíðliga at geva fasta føði. Men bæði føst føði og mjólk til pinkubørn eru at finna í Skriftini. Um vit leggja dagar burtur ímillum, har vit ikki lesa og kanna Bíbliuna, so fær sálin onga føðslu, og vit eru í vanda at líða hungursdeyðan. Eins og vit skulu eta hvønn dag, so skulu vit eisini lesa í Bíbliuni hvønn einasta dag. Eg havi ongantíð hitt nøkur, sum eru vorðin sunn, livandi kristin við lívsmegi, uttan tey, sum hava latið seg gjøgnumbloytt av Guds orði. Og eg havi heldur ikki kent nakran, sum í trúfesti hevur lisið og kannað Bíbliu sína, og sum síðani er vorðin upptornaður og fráfallin. Onkur klókur heili hevur einaferð sagt: “Henda bókin (t.e. Bíblian) vil halda teg burtur frá syndini, ella vil syndin halda teg burtur frá hesari bókini.”

 

3) Eitt andaligt pinkubarn treingir eisini til hita, t.v.s. samfelag, tað at vera saman við øðrum. Tað hevur stóran týdning at hava samfelag við onnur kristin. Umframt at ganga í kirkju og á møti, áttu vit at bjóða øðrum trúgvandi í okkara heim, har samrøðan snúði seg um Jesus Kristus, og har vit høvdu eina bíbliuløtu. Gud hevur ætlað tað soleiðis, at eitt av tí, sum ger, at vit vaksa andaliga, er samfelagið við onnur.

 

4) Tað merkir ikki bert, at vit hava tað hugnaligt saman. Tað merkir andaligt samfelag, har vit deila tað, sum vit hava upplivað saman við Harranum, við onnur. Tí er tað so gott við møtum, har orðið er frítt, tí tað er ein stórur tørvur á, at vit deila við onnur, hvussu vit uppliva Guds miskunnsemi og náði. Alt ov mong trúgvandi eru so upptikin av tíðini og øllum tí, sum fer fram, at tey als ikki gáa um, hvat ið Harrin ger fyri okkum. Jóhannes ápostul skrivaði: “Tað, vit hava sæð og hoyrt, boða vit tykkum.” Trupulleikin er, at tað eru so fá í dag, sum hava sæð og hoyrt rættiliga nógv.

E. Campbell umsetti