Tólv bønir – tólv einglar
„Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. “
Sálm.91,11
Tólv fólk stovnaðu ein bønarbólk. Tey stuðlaðu einum trúboðara, sum fór út í heidningalond. Tey savnaðu pengar saman til hansara og bóðu fyri honum og arbeiðinum.
Ein dagin, stutt eftir at tey høvdu sent honum pengar, kom ein slík neyð niður yvir ein av teimum, sum var í bønarbólkinum. Hann kallaði hini í bólkinum saman og segði: “Eg kenni ógvuliga sterkt á mær, at trúboðarin er í neyð. Vit mugu biðja fyri honum.” Tey bóðu so, til tey kendu, at byrðan lætnaði av teimum. Tey skrivaðu til trúboðaran og spurdu, um nakað serligt hevði verið honum fyri, og tá fingu tey hesa frágreiðing:
Tá ið hann hevði fingið pengarnar, tey høvdu sent honum, ætlaði hann sær at fara í bankan við teimum, tí hann tordi ikki at liggja inni við so nógvum pengum. Bankin var inni í býnum, og tað var langt inn hagar, so hann noyddist at gista onkustaðni á vegnum; men hann fór avstað í góðum treysti. Tá ið kvøldið kom, kreyp hann inn í eina rivu í einum stórum steini, bað sína kvøldbøn, ballaði frakkan væl uttan um seg, tí kalt var um náttina, og sovnaði. Morgunin eftir gjørdi hann ørindi síni í bankanum, og annan dagin eftir kom hann heim í øllum góðum.
Tá fekk hann vitjan av einum manni, sum segði honum, at hann var oddamaður fyri einum ránsmannabólki. Teir vistu, at trúboðarin hevði fingið pengar og skuldi í bankan við teimum, tí tað gjørdi hann við jøvnum millumbilum. Teir vistu eisini, at hann plagdi at gista í hesum steininum. Har var ógvuliga oyðið, og tí hóskaði tað so væl at leypa á hann har og ræna pengarnar, tá ið hann hevði lagt seg. Hetta var so avgjørt, og oddamaðurin og hinir sníktu seg frameftir eina góða løtu eftir, at teir høvdu sæð hann lagt seg. Men tá ið teir nærkaðust steininum, sóu teir tólv skínandi hvítar menn halda vakt um steinin. Teir blivu so bebbaræddir og kvikaðu sær burtur.
Nú vildi ránsmaðurin vita, hvørjar vaktarmenn trúboðarin hevði. Trúboðarin kundi tá siga ránsmanninum, at Gud sendir einglar sínar at verja børn síni. Tað undurfulla við hesum var, at hann fekk líka nógvar vaktarmenn sum talið á teimum, ið biðið høvdu fyri honmum.E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

