Eg eri spentur

„Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. “
Jóh.14,2-3

 

„Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! “
Kol.3,2

 

Ein trúgvandi norðmaður var farin inn á eitt sjúkrahús at vitja ein vinmann sín. Hesin vinmaðurin var júst skurðviðgjørdur. Hann hevði eina álvarsliga sjúku. Læknin kom inn til hansara og segði, sum var: „Tú hevur bara nakrar heilt fáar mánaðir eftir at liva í.“ So fór læknin, og sjúkrarøktarfrøðingurin kom inn og spurdi: „Hvussu tekur tú hetta, sum læknin segði við teg? Ert tú ikki bangin, stúrir tú ikki?“

 

„Nei, eg gleði meg. Eg eri so spentur. Veitst tú, eg eri trúgvandi, og Jesus mín Frelsari hevur sagt, at hann fór undan mær at fyrireika mær ein bústað, og tá bústaður mín er liðugur, skal hann koma eftir mær. So nú eri eg so spentur at sleppa at síggja bústaðin. Hann er næstan liðugur, tað manglar bara okkurt smávegis, so kemur Jesus og tekur meg heim.“ Effie Campbell