Hvat eiga vit at læra av Hauge?
„Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.« “
Jóh.6,27
Harald Flem hevur gjørt ein film um Hans Nielsen Hauge, nú tað eru meir enn 200 ár síðani, at hesin merkismaður doyði.
Vekingin, sum kom við Hauge, hevði ikki komið, um tey, sum hann møtti, ikki høvdu deilt Orðið í heimum sínum. Hann dugdi ómetaliga væl at tvinna trúgv sína inn í gerandisdagin. Fólk arbeiddu um dagin á gørðunum, men á kvøldi tóku tey sær stundir til Orðið.
Tað vanliga kristna lívið tá fataði um: breyð, brøðraskap og Bíbliu. So eg hugsi, at vit mugu hava hetta sjónarmiðið og fáa tað at hanga saman í gerandisdegnum, og at skráin ikki bara verður henda, at vit arbeiða frá mánadegi til leygardag og fara so í kirkju sunnudag. Tað, sum hann lutaði við fólk, var slíkt, sum var frammi í tíðini.
Nú er tørvurin ein heilt annar enn fyri 200 árum síðani. Hauge hevði eyguni eftir menniskjum kring seg, og tað er tað, vit eisini mugu gera, síggja tørvin, sum fólk hava nú. Vit skulu ikki kopiera eina veking, sum var fyrr, men greina tíðina, vit liva í og ikki linka um boðskapin, vit bera.
Harald Flem sigur: „Vit hava t.d. tey seinastu 10 árini havt ein ómetaligan tørv á at draga fólk inn í sjálvan kirkjubygningin, meðan Hauge fór út, har fólk vóru. Vit fáa ofta eina betri samrøðu um lívið á sofuni hjá grannanum enn á kirkjubeinkinum. Nógv gransking vísir, at tað ikki fyrst og fremst er teologiin, sum ger, at fólk rýma úr kirkjuni, men tey sakna felagsskapin, og har er kirkjubygningurin kanska ikki tann best egnaði. „Troens Bevis“ – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

