Aldri neyðstadda barn sítt hann sveik
„Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. “
Matt.7,7
Ein kona bar fram ein vitnisburð niðri á gomlu Blákross kaféini. Hon greiddi frá, hvussu Harrin hevði hjálpt sær, tá ið hon var í dýrastu, dýrastu neyð. Yngri sonur hennara plagdi at drekka. Ein dagin merkti hon, at slíkur ófriður var á honum, og mamman grunaði beinanvegin, at nú var tostin komin á hann aftur.
So fór drongurin út, og mamman fekk einki gjørt. So leingi, børnini eru smá, kanst tú leiða tey, tá tey gerast vaksin, mást tú sleppa teimum, tá velja tey sjálv. Men tú kanst leggja tey í eina hægri hond, Guds hond, og tann hondin svíkur ongantíð.
Mamman fór upp á loft og legði seg á knæ. Hon rópti til Guds og bað hann hjálpa sær. Hon var í ordiligari neyð.
Tveir tímar seinni kom sonurin heim, púra edrúur „Mamma, tú hevur biðið fyri mær,“ segði hann.
„Ja, góði, tað havi eg.“
„Ja, tað skilti eg. Eg fór oman í Rúsuna at keypa mær eina brennivínsfløsku. Eg vildi ikki koma heim at drekka hana, tí eg vildi ikki særa teg. So sat eg úti og drakk hana, alla sum hon var. Men eg kundi eins væl havt drukkið vatn, tí hon ávirkaði meg púrt einki.“
Hjá Gudi er als einki ógjørligt. Halt á at biðja, svarið er ávegis. Hesin sonurin hevur nú verið turrlagdur í 12 ár.
– – – –
Handa vitnisburðin bar eg fram nú eitt kvøldið á nýggju Blákross kaféini. Tá reisti ein maður seg upp og segði: „Eg vitnaði í áðni, men kann eg sleppa at siga eitt afturat? Hatta, sum handa konan vitnaði um, fekk meg at hugsa um ein líknandi tilburð. Tað sótu 4 menn við eitt borð og drukku. Tríggir høvdu stíva kenning, men tann eini var turra edrúur. „Hvat bagir tær?“ spurdu hinir. Tá rópti hin edrúi: „Tað er mamma, sum liggur á knæ heima og biður fyri mær, tí rínur tað ikki við!!!“ Effie Campbell
Edvard Poulsen

