Deyði – hvar er sigur tín?
”»Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?« ”
1.Kor.15,55
Munnu ikki mangir av lesarum Sunnudagsblaðsins vera komnir í tann aldurin, har teir hava upplivað at standa við børuna hjá faðir ella móður? Tað er jú ein varði á lívsleiðini, sum fær okkum at hugsa djúpt. Brádliga standa vit ikki longur í aðru røð aftan fyri foreldur okkara – vit eru komin í fremsta rað sum tey, sum skulu vera ein verndargarður fyri næsta ættarliðið … og næstu ferð eiga vit tørn.
Fyri stuttum havi eg sjálvur havt hesa uppliving, og hon gav mær ymsar hugsanir, sum rukku langt út um ættina hjá okkum. Tí vil eg royna at greiða frá teimum her.
Tá ið næstringarnir samlaðust um songina hjá mammu, eftir at hon var deyð, fyri at siga henni farvæl við bøn, sangi og nøkrum góðum orðum úr Bíbliuni, virkaði tað so øtiligt at síggja eitt elskað menniskja liggja púra stilt, kalt og steindeytt, uttan fyri okkara verð, uttan nakran møguleika fyri kontakt. Sum deyðin er ein ræðulig megi! So miskunnarleysur, náðarleysur, so heilt og fullkomilig uttan nakra neyðsemju. Har er einki eftir at vóna ella bíða eftir – alt er liðugt. Men Gud fái lov, blivu vit í hesi ræðuligu løtu mint um, at tað er ein – ein einasti ein í allari søguni hjá mannaættini, sum sigur:
“Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir …” Joh. 14,1-2 –
“Eg eri uppreisnin og lívið …” – “Tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr …” Joh. 11,25-26 –
“Eg havi lyklar deyðans og heljar …” Åb. 1,18
Á, tey mætu orð! Er deyðans megi ómetaliga stór, so er kortini megin hjá okkara upprisna Frelsara enn størri! Tí hann hevur vunnið á deyðanum, tað prógvaði hann, tá ið hann fór út úr grøvini sunnumorgun sum ein frumgróður frá Gudi.
Tá ið tann tankin stóð klárur fyri mær, fekk eg enn størri virðing fyri Kristusi. Sum hann man vera ómetaliga stórur! At hava samband við hann upp á annan máta enn at tilbiðja hann og geva seg undir hann vildi verið tápuligt, við tað at hann er hin endaligi, síðsti og hægsti veruleiki. At vanvirða hann er meiningsleyst, tí tað hevði verið at flýggja burtur frá veruleikanum.
Vit skilja tann óvikandi sannleikan í orðum Paulusar, sum vit kenna so væl: “Fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal ásanna: Jesus Kristus er Harri!” Á dómadegi verður hesin veruleiki sjónligur og kann ikki sigast ímóti. Sjálvt Hitler, Stalin og Nero fara at merkja, at knø teirra verða sum gelé, tá ið teir síggja Kristus í hátign síni, so teir mugu falla honum til kníggja og stama: “Jesus er Harri!” – um so tenninar á teimum sláa neistar av øði!
So stórur er okkara Frelsari, vinir! Vit mugu vera erpin av honum! So latið okkum við frímóði játta navn hansara yvir fyri heiminum – tað er tó hann og hann einsamallur, sum stendur sum hin stóri endasteinurin við enda tíðarinnar og skal døma livandi og deyð.
“Deyði – hvar er sigur tín? Deyði – hvar er broddur tín?”
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

