Ein sterkur maður

„Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. “
Fil.4,13

 

Ein maður vitnaði á einum møti onkustaðni yviri í Amerika. “Eg orki alt,” segði hann, “tað er ikki tað tingið til, sum eg ikki orki.”

Hini hildu, at hann mundi vera ein rættiligur reypari, men tað førdi, ið hvussu er tað við sær, at øll sótu og hugdu upp á hann og lurtaðu við opnum oyrum eftir tí, hann segði.

“Eg orki alt,” tók maðurin uppaftur, og so helt hann fram við tí kenda skriftstaðnum hjá Paulusi í Filippibrævinum 4,13: “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.”

Síðani greiddi hann frá, at hann hevði verið arbeiðsleysur eina tíð og var komin í skuld. Skuldin bara vaks og vaks, og hann royndi alt tað, hann kundi, at søkja sær arbeiði bæði her og har, men alt til fánýtis.

Tá leitaði hann til Harrans í inniligari bøn og bað hann hjálpa sær at fáa eitt arbeiði, so hann fekk goldið skuldina. Beint eftir hetta fekk hann arbeiði í einari byggifyritøku, og lønin var sera góð. Hann helt seg vera heldigan. Men tá komu vinirnir til hansara og spurdu, um hann ikki visti, hvussu strevið og vandamikið arbeiðið var.

“Ja, tað kann væl vera,” svaraði hann, “men eg havi brúk fyri hasum pengunum.” Og so byrjaði hann. Hann skuldi klintra upp eftir høgum byggipallum (stilladsum) og bera jarnplátur og annað tungt upp. Hann orkaði hetta als ikki. Beinini ristust og skulvu undir honum, og hann var um at gevast á hendur. Hann bað Harran hjálpa sær, tí hann hevði so harðliga brúk fyri pengunum. Tá kom hetta skriftstaðið í hugan á honum.

 

Hann hugdi uppeftir, so hann ikki skuldi fáa svimbul, tók fastari um jarnplátuna og segði fyri hvørt fetið, hann kleiv upp gjøgnum stigan: “Eg orki alt í honum, eg orki alt í honum.” Og tað eydnaðist, upp kom hann við plátuni.

Hetta sama helt á dag eftir dag, og so brádliga ein dagin var hann varur við, at beinini vóru styrknað, tey skulvu ikki longur, og hann orkaði heilt væl at klintra upp og niður gjøgnum stigarnar.

 

Bíblian áminnir okkum og sigur: “Verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara!” Ef. 6,10. Harrin er ein veldug kraftkelda at leita til, og frá honum skulu vit heinta kraft til at liva hvønn einstakan dag. Hann gevur okkum kraft at fara undir byrðarnar og at koma ígjøgnum trupulleikarnar, og hann er tann, sum loysir allar leinkjur, sum binda og særa menniskju.

E. Campbell