Sólurið

„Tá mína sorg tú til gleðidans vendi, lætst meg úr mínum sorgarbúna og klæddi meg í gleði, “
Sálmur 30,12

 

Ein maður í Kalifornia hevur eitt sólur, sum er eitt tað kærasta hann eigur. Hann greiðir frá grundini til hetta: “Tað var ein tíð í lívi mínum, tá ið tað var torført hjá mær at síggja ta ljósu síðuna í tilveruni. Eg hevði vant meg til at taka eina negativa áskoðan – ein vani, sum mong menniskju hava, men sum tey ikki eru greið yvir. Tað er ikki ætlan mín at benda á, at vit skulu vera blint bjartskygd; men menniskju við einum álvarsligum sinnalagi, kunnu lættliga fáa tann vanan at leita eftir teimum myrku skýggjunum.

 

Ein dagin, tá ið eg stóð og hugdi eftir sólurinum í garðinum hjá einum vinmanni, kom tann hugsanin til mín, at eitt sólur bara telur teir ljósu tímarnar.

“Meðan eg hugsaði um hetta,” segði hann, “kom tað mær fyri, at sólurið ímyndaði tað sinnalagið, sum eg royndi at vinna mær. Eg keypti sólurið og setti tað við vilja tætt við úthurðina, so eg noyðist at leggja merki til tað, tá ið eg fari heimanífrá um morgnarnar. Eg menti skjótt tann vanan at hugsa um tað, sum sólurið ímyndar. tað hevur lært meg at sóknast eftir tí ljósu síðuni av lívinum og at hyggja burtur frá teimum skýggjunum, sum kasta daprar skuggar. Sólurið hevur broytt lív mítt ikki so lítið.”

E. Campbell umsetti