Djevulin fer illa við sínum trælum
”Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.« ”
Jákup 2,19
Ein ungur maður plagdi at órógva á nøkrum kristnum møtum. Ein seinnapart helt hann, at nú skuldi hann sláa trumfin í borðið, og hann fór yvir til trúboðaran og segði: “Veitst tú hvat, eg trúgvi upp á djevulin.”
Trúboðarin hugdi eitt sindur upp á hann og svaraði so: “Tað geri eg eisini.” – tann ungi maðurin gjørdist so bilsin, at hann stóð sum kánus. “Ja,” tók trúboðarin uppaftur, “tá ið vit trúgva orðum Bíbliunnar, so trúgva vit eisini, at djevulin er til; men vit vita eisini, at hann ikki eingang er góður við síni egnu. Men veitst tú, hvat ið stendur í Bíbliuni? Tað stendur, at djevulin eisini trýr á Gud – og skelvur.”
Tann ungi maðurin hevði fingið nóg mikið at hugsa um. Men Guds orð lærir okkum: “Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.” Jes. 30,15.
Ja, vit skulu venda við og liva eitt kvirt lív, vera tolin og hava fast álit á Gud. Tá verða vit sterk. Og hvat er Jesus ikki púra øðrvísi enn mótstøðumaðurin, djevulin. Jesus sigur um seg sjálvan:
“Menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga tí” (Luk. 19,10), og “Um so fjøllini vikast og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín.” (Jes. 54,10)
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

