Við endan á vegnum
“Tú vart móð av tíni longu leið, men gavst ikki kortini; støðugt fekst tú nýggja megi og legðist ikki fyri.”
Jes. 57,10
Hvar er hjálp at fáa? Við endan á vegnum, nú sum fyrr. Tú ert ikki enn komin til endan á tínum egna vegi. Tú ert ikki enn komin hartil: Eg gevist. Enn kennir tú tað, sum hevur tú eitt sindur av megi sjálvur, tí kann Gud ikki hjálpa tær.
Tú lesur í Bíbliu tíni um menniskju, sum blivu undurfult signað av Gudi, men ansa væl eftir, hvar Gud møtti teimum: við endan av vegnum, tá ið allar teirra egnu hjálparkeldur vóru tømdar.
Lat meg bert nevna nøkur fá dømi millum mong. Ísrael framman fyri Reyðahavið. Jákup við Pnuel. Jósafat framman fyri tí ovurmiklu mannfjøld av móabitum og ammonitum: “Gud vár, vilt tú tá ikki lata dóm ganga yvir teir? Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!” 2. Krýn. 20,12. Nær bleiv konan við blóðsótt hjálpt? Tá ið hon uttan úrslit hevði givið út alla ogn sína til læknar. Tað var, tá ið Paulus var komin til endan á vegnum og mátti rópa: „Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami? Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara! – So tæni eg tá sjálvur lóg Guðs við huganum, men lóg syndarinnar við holdinum. “ Rom.7,24-25
Boyggj teg stillisliga við krossin, meðan tú bert hyggur yvir á æviga blóð sáttmálans sum talsmann tín hjá Gudi, fullvísur í, at vegna blóðið vil Gud møta tær og nøkta allan tørv tín í dýrd í Kristi Jesusi.
Gev tær stundir, kvika tær ikki burtur, bíða eftir Harranum, og tú skalt sanna, at eingin, sum bíðar eftir Harranum, verður svikin. Sálm. 25,3. Og tá ið hann møtir tær og signar sál tína, lat tá signingina boyggja teg djúpt í støvið fyri honum. Ver verandi eyðmjúkur, søk ofta kvirru framman fyri andliti hansara. Gev tær stundir, gev tær stundir, gev tær stundir at hava samveru við hann. Eingin verður ein heilagur maður ella heilag kvinna uttan at vera ofta og leingi saman við tí heilaga Gudi. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

