Guds frelsa
“Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg.”
Luk. 2,29-31.
Vit eru í templinum, har Jósef og Mariu eru komin við Jesusi at sýna hann fram og halga Harranum hann, sum lógin beyð. (2. Mós. 13,2 og 12 o. fr.) Her hitta tey hin gamla Símeon, sum tekur Jesus í føvningin, og millum annað sigur hann: “Eygu míni hava sæð frelsu tína.”
Símeon segði ikki: “Eygu míni hava sæð Frelsaran!” Hann sá hann nú eisini, men í Honum sá hann Guds fullkomnu frelsu. Í tí lítla Jesusbarninum sá hann okkurt, sum onnur ikki sóu, og sum mong ongantíð hava sæð.
Fyrst av øllum sá hann ein Jesus, sum skuldi frelsa fólk sítt frá syndum teirra (Matt. 1,21). Ein Frelsara, sum kom at leita upp hitt farna og at bjarga tí (Luk. 19,10). Hann sá, at ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við. (Áps. 4,12)
Símeon sá, at Jesus var komin at leiða føtur okkara inn á frelsunnar og friðarinnar veg. Hann sá, at Jesu frelsa fór at verða fullkomin, at hann kom at frelsa okkum heilt og fult (Hebr. 7,25) Hann kom ikki bert at frelsa okkum frá onkrum, men eisini til okkurt.
Hin sami Jesus, sum Símeon sá, fer at koma aftur at frelsa tey, sum honum bíða. (Hebr. 9,28; Jóh. 14, 1-3)
So er, at vit hava sessast á plássinum hjá syndaranum og hava vent um í anguri og bót, og í trúgv og áliti á Guds orð hava tikið ímóti Jesusi og verða verandi í honum.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

