Tá ið Gud talaði í Mega

Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka!
Sálm. 86,8

 

Hetta hendi í Mega, eini lítlari bygd í Borana økinum í sunnara parti av Etiopiu. Tað hendi nakað fyri 1970.

Í hesari bygdini var evangeliið ongantíð boðað fyrr. Fólkið har visti einki um hina kristnu trúnna. Teirra religiøsu tankar bygdu rætt og slætt upp á yvirnatúrligar kreftir bæði í stokkum og steinum. Tey viðurkendu kortini, at tað mátti vera ein hægri makt yvir øllum og aftan fyri alt; men hesin veldigu guddómurin, hildu tey, var ókendur, og tað var ógjørligt at koma í samband við hann. Harafturímóti vóru tey púra vís í, at sjúkur, neyð og ólukkur av øllum slagi blivu kastað á tey av djevlum og andum. Tí ráddi um at “gera teir blíðar” við ymsum ofrum, soleiðis at tey kundu verða spard fyri tað ónda.

 

Ein dagin varð ein Harrans tænari leiddur til hesa bygdina. Navn hansara var Hallake – ein maður av fólkinum. Hann hevði møtt Jesusi Kristi og var loystur frá bondum og leinkjum, sum heiðinskapurin førir við sær, og nú brann hjartað í honum eftir at bera evangeliið víðari til teirra, sum ongantíð høvdu hoyrt boðskapin.

 

Tá ið hann byrjaði at tala í bygdini, savnaðist fólkið kring hann, og tey lurtaðu hugagóð. Vitnisburðurin um Jesus vakti bæði áhuga og undran. Slíkt høvdu tey aldri hoyrt áður!

Men ivin gjørdi seg galdandi. Kundi hesin Jesus av sonnum vera sonur Guds? Kundi hann vera heimsins Frelsari? Og hevði hann “alt valdið í himli og á jørð”?

 

Boðskapurin hjá Hallake vakti fólkið, og tey skiltu, at gamla trúgv teirra var ósonn, um hetta við Jesusi vissuliga var satt. Men hvussu fingu tey vissu fyri tí? Hvat skuldi sannføra tey? Okkurt mátti til, tí teir rótgrónu heidnu siðirnir sótu djúpt í fólkasálini.

Nú var tað soleiðis í bygdini Mega, at teir høvdu eitt slag av einum gudi har. Tað var eitt stórt træ beint har í nánd. Hetta træið var fólksins “halgidómur”. Tey trúðu, at “stórir andar” búðu í tí. Og hvat var tí meira natúrligt fyri tey enn at samanbera gud sín við tann gudin, sum Hallake boðaði.

 

Eftir at fólkið hevði hoyrt evangeliið, eggjaðu tey tí evangelistin at vísa teimum, um Jesus hevði størri vald enn træið hjá teimum!

 

Avbjóðingin kom óvart á henda einfalda Harrans tænara. Men hvat skuldi hann gera? Nakra neyðsemju hevði hann ikki at bjóða teimum. At práta seg burtur úr hesum vildi verið ein ósigur.

Evangelisturin gjørdi tað einasta, hann kundi. Hann boygdi høvur í bøn! Nú ráddi tað um Jesu navn – tað einasta navnið, sum himmalin viðurkennir – navnið yvir øllum øðrum nøvnum. (Áps. 4,12)

 

Tá brádliga hoyrdist eitt brak. Hetta stóra træið brotnar og dettur um koll! Fólkið tyrptist saman – ovfarið av tí, tey eru vitni til.

Træið var ikki rotið! Har var hvørki snarljós ella tora! Eingin vindur var heldur! Hetta risavaksna træið var sligið til jarðar av kraftini hjá tí livandi Gudi! Ein ótrúligur tilburður.

 

Bygdarfólkið vendir sær djúpt gripið móti evangelistinum. Tey vilja vita meira um hin sanna kristna Gudin. Tey vilja læra hann at kenna.

 

Ærlig og sonn tóku tey fylgjurnar av tí, sum hent var. Tey vendu við og søktu Harran!

Í dag eru trúgvandi fólk í Mega, sum lova og prísa sínum Frelsara! Tey hava sæð dýrd hansara og makt! Tey hava sæð kraftina í evangeliinum! Tey hava sæð, at “tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka!”

E. Campbell umsetti