Trúarlóg

“Hvar er tá rósið? Tað er útistongt. Við hvørji lóg? Gerninganna? Nei, men við trúarlóg.”
Róm. 3,27.

 

“Men hann segði við hana: “Dóttir, trúgv tín hevur frelst teg! Far tú heim í friði, og ver frísk av meini tínum!” (Mark. 5,34) – Og hann segði við hann: “Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!” (Luk. 17,19) – “So nam hann við eygu teirra og segði: “So verði tykkum eftir trúgv tykkara!” (Matt. 9,29)

Henda trúgvin, sum her er lýst, rúmar ongan feril av nakrari óvissu ella av at vera ein roynd. Hetta er trúarlóg, sum neyðturviliga virkar, hvar og nær hon verður brúkt. Sjálvt fjøll kunnu ikki standa ímóti hesi lóg. – Jesus segði: “Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: “Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;” og tað hevði verið tykkum lýðið.” (Luk. 17,6)

Tá ið lærusveinarnir spurdu Jesus, hví teir ikki kundu dríva hin illa andan út, svaraði hann teimum: “Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: “Flyt teg hiðani og hagar,” og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum.”
(Matt. 17,20)

Øll hesi krøvini gera okkum stórliga bilsin, men tey koma av Jesu egnu vørrum, og tey mugu rúma ein djúpari sannleika, enn vit higartil hava skilt. Eins og tyngdarlógin er ein lóg í tí sjónliga heiminum, so avgjørt óreingjandi, óbroytilig og støðug í sínari ávirkan, soleiðis er trúgv ein lóg í andans verð samanbundin við tað andaliga, og ávirkanin av henni er líka so óreingjandi, óbroytilig og støðug sum hjá tyngdarlógini. Tá ið Kristus í Markus 9,23 sigur: ”Alt er møguligt fyri honum, sum trýr,” leggur hann ikki bara dent á eina undurfulla sannroynd, men hann opinberar eisini eina máttuga lóg.

Men hvat er í roynd og veru trúgv? Vit trúgva upp á ein vin, tá ið vit líta á henda vinin. Vit trúgva upp á ein banka, tá ið vit líta á henda bankan. Trúgv í bíbilskari merking er at hava álit á Gudi. – Menniskju tosa um eina kensluborna trúgv, eina livandi trúgv, eina frelsandi trúgv, eina skynsama trúgv, eina samanpentaða trúgv og eina deyða trúgv. Men hatta er bara oyðsl av orðum. Annaðhvørt havi eg álit, ella havi eg ikki álit. Um eg havi álit, havi eg trúgv, og um eg ikki havi álit, havi eg ikki trúgv – so einfalt er tað.

Tað tykist sum trúarlógin er í tveimum: ein sannføring um Guds vilja og fullkomiligt álit á, at hesin viljin neyðturviliga má fullkomast. Hesar báðar síðurnar vísa okkum, hvussu henda lóg virkar. – “Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at okkum eru veittar tær bønir, sum vit hava biðið hann um.” 1. Jóh. 5,14-15.

 

“Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað frá Harranum.” Ják. 1,6-7. Tað er nyttuleyst at stríðast móti hesi lógini. At royna at fáa okkurt í tí andaligu verðini eftir ivingarvegnum er líka so ógjørligt, sum um ein timburmaður vildi farið ímóti tyngdarlógini og roynt at bygt eini hús úr erva og niðureftir. – “Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Gud, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.” Hebr. 11,6.

Sonn trúgv bindur okkum til fult lýdni. Tann droymandi og sveimandi trúgvin, sum letist ikki at vita av Guds rættvísi og dómi, er líka so deyðilig fyri sálina, sum eitrið er fyri likamið.

Nei, Meistarin bjóðar okkum og sigur: “Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.” Jóh.16,24

E. Campbell umsetti