Skósmiðurin harra Ma
“So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar.”
Luk. 16,22.
Hann var av einglunum borin í fang Ábrahams
Asia Outreach í Hong Kong hevur savnað ymiskt tilfar um Guds undurfullu gerningar í Kina. Henda frásøgn er haðani:
Gamli harra Ma var skósmiður og hevði altíð nóg mikið at gera. Ein dagin kom ein vinur at vitja, og meðan hann fekk ein temunn, segði hann Ma og konu hansara frá síni nýfunnu trúgv á Jesus Kristus. Skósmiðurin og kona hansara vóru opin fyri evangeliinum og blivu ein partur av tí trúgvandi familjuni í bygdini.
Nakað eftir hetta gjørdist gamli skósmiðurin sjúkur. Vinirnir komu trúliga at vitja hann og m.a. eisini grannin. Hesin grannin var høgur embætismaður, sum hevði virðing fyri hesum gomlu hjúnunum og royndi at hyggja eftir, um alt stóð væl til hjá teimum.
Ein dagin, tá ið hesin grannin bustaði tenn úti í túninum, sá hann tvey hvítklødd menniskju fara framvið og fara inn í handilin hjá skósmiðinum. Av berum forvitinskapi hugdi hann eftir teimum, tá ið tey hvurvu inn í handilin hjá harra Ma. Stutt eftir sá hann somu menniskju koma út úr handlinum við skósmiðinum millum sín soleiðis, at tey hildu í hvør sína hond á honum. Meðan hann soleiðis stóð og stardi at teimum, sá hann brádliga, at tey lyftust upp og stigu upp móti himli.
Nú hoyrdi hann ljóðið av gráti úr handlinum hjá skósmiðinum, og tá ið grannin rann inn hagar, sá hann ta gomlu konuna og orsøkina til sorg hennara. Maður hennara, skósmiðurin Ma, lá deyður í songini.
“Gamla mamma” segði embætismaðurin við lágari uppøstari rødd, “hvørji vóru hasi bæði hvítkløddu menniskjuni, sum komu inn í hús tykkara? Eg sá tey taka mann tín út við, og tey hvurvu upp í skýggini!”
Tá ið hin gamla konan hoyrdi hetta, gavst hon at gráta. Hon skilti, at Gud hevði gjørt hetta undurfulla, at hann hevði sent einglar sínar at fylgja manni hennara til himmals, eins og vit lesa um Lázarus í Bíbliuni. Hetta gav henni stóran ugga og frið í hjartað, og hon fór stillisliga at takka Gudi. Tá ið hon royndi at greiða frá tí, ið hent var, stamaði hin bilsni embætismaðurin: “Eg skilji ikki, hvat ið tað er, tú trýrt uppá?”
So byrjaði hon við einfaldum orðum at greiða honum frá Gudi, skaparanum, sum hevur eitt pláss til reiðar í himli til teirra, sum trúgva á son hansara, Jesus Kristus. Hon ætlaði sær at halda á; men hann kvetti tosið av og segði: “Hvussu komi eg til trúgv?”
“Bíða her, eg skal fara eftir onkrum, sum dugir betur at greiða frá hesum enn eg,” og hon kvikaði sær avstað, men staðin fyri at bíða fór embætismaðurin heim og kallaði saman alla familju sína. Tá ið konan hjá skósmiðinum kom aftur við einum trúgvandi fólki, bíðaðu embætismaðurin og familja hansara í tí fremra rúminum í handlinum. Har vóru bæði ung og eldri, og øll bíðaðu tey at hoyra um Gud teirra kristnu.
Henda dagin kom embætismaðurin og alt húski hansara til trúgv.
Hin gamli skósmiðurin var farin heim til Harrans, og ein heil familja hevði tikið ímóti frelsuni í Jesusi Kristi.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

