Hvat bøn megnar

„Frá tær kemur eyður og hátign, og øllum tú valdar; í tíni hond er megi og máttur, í tíni hond tað stendur, hvør ið skal vera mikil og máttugur;“
1.Krýn.29,12

 

Tann, sum hevur sagt frá hesi hending, er limur í einum kirkjuliði í einum landi, har einki trúarfrælsi er. Hann átekur sær skyldina fyri, at eingin kristin er at finna í grannabygdunum.

 

Fyri fjøruti árum síðani, tá ið øll missiónshús vóru læst og allir kristiligir fundir bannaðir, kom ein eldri bróðir til hesa bygdina, hann búði í. Hann ætlaði sær at savna øll kirkjuliðini í økinum saman til fund. Men hetta var ógjørligt.

Hin yngri bróðirin segði tá við hin eldra: “Um tú tekur ábyrgdina av forfylgingini upp á teg, skulu vit royna.”

 

Hin eldri bróðirin bað nú um loyvi at steðga eitt sindur, og síðani fastaði og bað hann í tíggju dagar. So segði hann við hin yngra: “Spenn nú hestin fyri sleðuna. Vit skulu fara at vitja grannabygdirnar.”

 

Vetur var við frosti og kava. Tá ið teir komu til útjaðaran á fyrstu bygdini, fór hin eldri bróðirin út úr sleðuni, fall á knæ í kavanum, lyfti hendur sínar upp og bað: “Harri, mær er ikki loyvt at koma inn í hesa bygdina; men eg kann heldur ikki fara framvið, tí fólkini eru glatað, og eisini teirra vegna er blóð títt runnið. Grunda eitt kirkjulið her.”

 

Hesa bønina bað hann við hvørja einastu bygd. At enda spurdi hann: “Eru nú fleiri bygdir eftir í hesum økinum?”

Hin yngri bróðirin skalv í kulda, og hesturin var móður, so sjálvt um hann var noyddur at svara, at enn vóru tríggjar eftir, sýtti hann fyri at koyra longri. Í hesum trimum bygdunum er ikki ein einasti kristin í dag, men í øllum hinum eru kirkjulið.

 

Í dag, fjøruti ár seinni, sigur hin yngri bróðirin: “Hevði eg bara vitað, hvussu stór megin var í bønini hjá hesum bróðrinum, hevði eg borið hann á ørmum mínum til tríggjar tær síðstu bygdirnar.

E. Campbell umsetti